Fjórða hvør króna til supplyskip

Økta virksemið og stóri íløguhugurin í nýggj skip til frálandavinnuna sæst aftur í roknskapinum hjá Realinum.

Føroya Realkreditstovnur, vanliga nevndur Realurin, hevur nú lænt 215 milliónir krónur út til supplyskip, svarandi til stívliga 24 prosent av samlaðu lánunum hjá Realinum. Í krónum er talan nærum um eina tvífaldan síðstu fýra árini, úr 120 milliónum upp í 215 milliónir krónur.

Harvið eru supplyskipini næst størsti bólkur í kundaskaranum hjá Realinum, hvørs uppgáva er at fíggja føroyskt vinnulív á sjógvi. Tað staðfestir síðsta roknskaparár, ið er frá 1. apríl 2012 til 31. mars 2013.

Realurin staðfestir, at frálandavinnan er ein vinna í stórum vøkstri. Síðani 2007 eru sjey nýggj frálandaskip komin í føroyska flotan. Realurin er við til at fíggja fimm teirra, og útlitini fyri henda partin av flotanum eru góð, metir Realurin.

Framvegis eiga ísfiskatrolararnir tó størstu, samlaðu lánini frá Realinum. Tilsamans hevur hesin skipabólkur lán í Realinum fyri 288 milliónir krónur. Men íløguhugurin í supplyskip ger, at í nýggjasta roknskaparárinum er hesin bólkur størri lánitakari enn trol- og nótaskipini, ið tilsamans eiga lán fyri 158 milliónir í Realinum.

Sambært nýggjasta roknskapinum hevur Realurin tilsamans 908 milliónir krónur útistandandi í lánum til føroyskt vinnulív á sjógvi.

Men tað gongur rímuliga væl at fáa pengarnar innaftur. Staðfestu tapini síðsta roknskaparár eru 7,6 milliónir krónur.

Síðsta roknskaparár veitti Realurin 23 lán fyri tilsamans 203 milliónir krónur. Talan er um 12 nýggj lán fyri 145 milliónir, meðan restin er umfígging av verandi lánum.

Úrslitið fyri roknskaparárið 2012/2013 var 32,3 milliónir krónur eftir skatt. Við úrslitinum kemur eginpeningurin hjá Realinum upp á 789 milliónir krónur.

Realurin væntar á leið sama úrslit fyri næsta roknskaparár.