Jógvan Arge
Valevni Tjóðveldisfloksins til Tórshavnar Býráð
Býráðsformenninar báðir tykjast bera ótta fyri, at ongin hevur lagt teir til merkis hesi fýra árini, teir hava stýrt Tórshavnar kommunu.
Óttist ikki. Fólk hava bæði sæð og merkt tykkara stýri og stýrislag.
Lógir og reglur hava verið luft fyri tykkum, og rættindini hjá borgarunum eru traðkað undir fót.
Góður fyrisitingarsiður hevur verið settur til viks, og lógin um alment innlit hevur ikki verið vird.
Ongin myndugleiki í Føroyum hevur verið fyri slíkum skortfleingjum frá umboðsmanninum sum Tórshavnar kommuna, meðan tit báðir hava havt teymarnar í tykkara hondum.
Byggimálini eru eisini ein serlig søga.
Einaferð loyvdu tit bygging av einum sethúsum á einum neystataki úti í Bakka, hóast byggisamtyktin ikki heimilaði tí.
Einaferð loyvdu tit eini heilari stovnsbygging í lendi, sum var lagt av til fríøki.
Einaferð loyvdu tit bygging av einum skúla í lendi, sum var avlagt sum grønt øki.
Hvat fólkið helt, løgdu tit líka á. Tit broyttu bara byggisamtyktinar, so tær passaðu í tykkara kramm.
Einaferð skuldu tit sprongja burtur av Tinganesi fyri at fáa pláss fyri skipunum.
Nú ein dagin skuldi grótbrotið á Glyvursnesi í óðum verkum gerast til tyrvingarpláss.
Jú, víst er nógv hent í Havnar Kommunu seinastu fýra árini. Sumt hevur verið til bata, men annað hevur verið til mikið fortreð.
So nógv, at sjálvt Jógvan við Keldu torir at biðja býráðsformannin í Havn koma út í Tinganes at standa skúlarætt.
Hetta vita fólk í Tórshavnar kommunu, og tey fara at minnast tað á valdegnum 9. november.










