Fjølmiðlarnir


 

Luftbornu miðlarnir áttu so avgjørt sín stóra leiklut í, at finaludagurin á Hálsi gjørdist somikið væl eydnaður


finaludagur


Sjónvarpið


Aftur í ár sendi sjónvarpið beinleiðis frá steypafinalunum í flogbólti. Flogbóltssambandið hevði gjørt rættiliga nógv burturúr hesum finalunum, og karmarnir vóru fyri góðum dystum vóru góðir.

Høllin var mestsum full, og tað gav góðan stemning. At sjónvarpið hevur lært frá seinastu steypafinalunum var sjónligt. Myndirnar vóru góðar og klárar, og hyggjarin fekk høvi at síggja brot spakuliga umaftur. Hetta var sum at vera til OL.

Eisini eydnaðust viðmerkingarnar undir dystinum væl, so samanlagt kann sigast, at úrslitið var sera gott.


Útvarpið

Eisini útvarpið var við til finalurnar. Sune Merkisstein er góður frásøgumaður, og hann dugir eisini at varpa út frá flogbólti. At hjálpa sær hevði hann fuglfirðingin Suna Hansen, og tað samanspælið eydnaðist væl. At senda flogbólt í útvarpi er ikki roynt so ofta fyrr, men prógvað er nú, at tað ber væl til, og vónandi verður hetta fastur táttur í framtíðini.