Hvussu vilt tú lýsa tína tíð í bankaverðini?
Hon hevur verið spennandi og áhugaverd, tí tey 25 árini, eg havi starvast í bankaverðini, eru nógvar broytingar farnar fram. Fyrr avgreiddu vit tað mesta við hond, nú avgreiða kundarnir jú alt sítt sjálvir. Eg byrjaði sum næmingur í Norðoya Sparikassa, og tey síðstu 10 árini var eg so stjóri. Tað, sum helt meg í fakinum, var, at eg allatíðina fekk nýggjar avbjóðingar. Tá so avbjóðingarnar koma umaftur, er tíð at hyggja seg um eftir øðrum.
Hvat heldur tú er góð leiðsla?
Góð leiðsla er fyrst og fremst, at leiðarin tekur støði í sær sjálvum og er tann, hann er. Umráðandi er at vera trúgvur ímóti sær sjálvum. Haraftrat skal ein leiðari vera álítandi og vísa øðrum álit, tí leiðarin skapar ikki einsamallur úrslit. Hann skal duga at skapa úrslit gjøgnum onnur. Eisini skal hann duga at geva starvsfólkunum íblástur. Dugir tú ikki tað, ert tú ikki leiðari.
Hvat hevur tú lært um menniskju í tíni stjóratíð?
Eg havi lært, at tað er ikki rætt, at pengar broyta fólk. Heldur fáa pengarnir bara maskurnar hjá fólki at falla. Tá pengar koma upp í leikin, vísa vit, hvørji vit veruliga eru. Haraftrat havi eg lært, at meira enn níggju av tíggju fólkum eru reiðilig og ærlig og vilja svara hvørjum sítt.
Hvussu upplivdi tú fjølmiðlarnar, tá tú vart í Norðoya Sparikassa?
Eg havi ikki nakra negativa uppliving av fjølmiðlunum. Teir eru ein natúrligur og og avgerandi partur av samfelagnum, sum skal fylgja við í tí, ið hendir, og sum skal seta viðkomandi spurningar, ið kunnu vera harðir at svara uppá. Eg kann ikki siga, at eg havi verið órættvíst viðfarin.
Hvat heldur tú um støðið á føroyskum journalistikki?
Tey 10 árini, eg havi verið stjóri í Norðoya Sparikassa, er støðið hækkað munandi. Eg haldi, at fjølmiðlarnir eru vorðnir meira beinleiðis, og teir eru minni bangnir fyri at taka eym mál upp. Mær dámar, at fjølmiðlar stremba eftir at vera óheftir av øllum áhugamálum, eisini handilsligum. Hetta kostar heilt avgjørt í byrjanini, men vinnur í longdini.
Hvat saknar tú í føroyskum fjølmiðlum?
Samanborið við fólkatalið eru vit á hægri støði, enn vit kundu væntað, men skal eg nevna nakað, eg sakni, so er tað, at fjølmiðlarnir, tá teir vísa á trupulleikar, eisini umrøða, hvussu trupulleikarnir kunnu loysast. Teir skulu sjálvandi ikki loysa trupulleikarnar sjálvir, men teir kunnu leggja størri orku í at finna fólk, sum hava svar upp á loysnir.
Hvussu ber tað til, at tú keypti Dimmalætting?
Tí hon var til sølu, og tí hon hevur menningarmøguleikar, ið enn eru ótroyttir. Við Føroya elsta, størsta og besta blað eigur tað at fara at ganga.
Hvat er so spennandi við fjølmiðlaheiminum?
Allar vinnur eru áhugaverdar og hava síni spennandi sereyðkenni. Tað mest spennandi við stóru fjølmiðlunum er, at teir røkka um alt landið og á tann hátt kunnu gera mun.
Verður útboðið hjá Dimmalætting broytt við tær sum eigara?
Ja, sjálvandi. Ein og hvør miðil í menning ger allatíðina broytingar, og tíðin fer at vísa, at Dimmalætting eisini framhaldandi fer at liva upp til hesa meginreglu.
Hvat siga fólk við teg, síðan tú keypti blaðið?
Tey siga, at tað er kul, spennandi og áhugavert, og so spyrja tey eisini, hví eg keypti. Summi skilja als ikki, at eg havi gjørt tað. Øll hava tey helst rætt á hvør sín hátt.










