Fjølmiðlar skulu vísa størri varsemi

ES heldur, at fjøl­miðl­arnir í Evropa skulu vísa størri varsemi, tá talan er um átrúnað

Muhammedstekningarnar hjá Jyllandspostinum hava fingið fleiri at spyrja, um tali- og skrivifrælsið er óav­markað og ófrávíkiligt. Í Danmark hevur Anders Fogh Rasmussen blankt víst aftur at biðja um almenna umbering fyri tekningarnar við teirri grundgeving, at tað stendur fjølmiðlunum frítt at siga og skriva tað, teimum lystir. Leiðslan í Jyllandspostinum hevur somu grundgeving fyri ikki at biðja um umbering fyri tekningarnar.
Nú hevur ES valt at taka spurningin upp. Kommi­ser­urin í lógarmálum, italiu­mað­urin Franco Frattini, sig­ur við bretska blaðið The Daily Telegraph, at hann kundi hugsað sær eina reglu, sum eggjar fjølmiðlunum til at vísa serligt varsemi, tá teir umrøða átrúnað. Sjálv­ur heldur hann, at ein tílík skipan hevði verið ein týðandi politiskur boðskapur til tann muslimska heimin.
Men ES heldur fast um tali- og skrivifrælsið, og tí verður ikki talan um at áleggja fjøl­miðlunum nakað í hesum sam­bandi. Tvørturímóti kunnu fjølmiðlarnir sjálvir velja, um teir vilja gera eftir nýggju regluni, sigur Franco Frattini við The Daily Telegraph.