Fjølmiðlar og samfelag

- Hvønn týdning hevur tað fyri føroyska samfelagið, at vit hava dagbløð, útvarp og sjónvarp. Hetta er heitið á pallborðsfundi, sum verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni fríggjakvøldið klokkan 19.30

Fjølmiðlarnir rúma nógv í gerandisdegnum hjá mongum fólkum. Men hevur tað týdning fyri okkum og føroyska samfelagið, at vit hava bløð, útvarp og sjónvarp! Henda spurningin fer ljós at verða varpað á á einum pallborðsfundi í Miðlahúsinum í Vágsbotni fríggjakvøldið 22. mai klokkan 19.30.


Hans Engell, fjølmiðlamaður og viðmerkjari og fyrrverandi politikari og ráðharri í Danmark og fyrrv. blaðstjóri á Ekstrablaðnum fer at halda fyrilestur um týdningin fjølmiðlarnir hava sum heild. Hann verður so eisini við í einum pallborði, har hinir luttakararnir eru: Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og fyrrv. sjónvarpsmaður og Tróndur Djurhuus, fyrrv. sjónvarpsstjóri. Orðstýrari er Jóannes Dalsgaard fyrrv. Deildarleiðari í Mentamálaráðnum. Tað er Miðlahúsið, sum skipar fyri tiltakinum, ið verður sent beinleiðis á Rás2. Tiltakið er alment.