Fjølmiðlar og høvuðbrýggj

Álitið frá Fjølmiðlakommis­si­ónin­i, sum Helena Dam á Neystabø setti at lýsa støð­una á før­oyska fjøl­miðl­a­markn­að­i­num, ligg­ur í skuff­uni hjá Bjørn Kalsø, sum nú er lands­stýr­is­mað­ur í menta­mál­um. Kring­varp­ið hevði eina fyri okkum sera á­huga­verda send­ing í »Út­sýni« í gjár, har við­ur­skift­ini hjá priv­atu fjøl­miðl­u­num vóru á skránni – ser­liga mál­ið út út­ber­ing­ar­stuð­ul, sum í fleiri ár hev­ur ver­ið ein pol­it­isk kas­t­i­bløka.

Vit eru als ikki samd í niðurstøðuni hjá Fjøl­miðla­komm­iss­i­ón­ini, sum hev­ur tik­ið eitt upp­skot frá kring­varps­stjór­a­num um ein fjøl­miðla­grunn til sín. Upp­skot­ið gong­ur út upp­á, at Kring­varp­ið held­ur fram við at kappast við priv­atu miðl­ar­nar um lýs­ing­ar­nar, men at inn­tøk­ur­nar fara í ein grunn, sum priv­atu miðl­ar­nir og øll onn­ur kunnu søkja um stuð­ul úr til ein­stak­ar journ­al­ist­isk­ar upp­gáv­ur. Kring­varp­ið fær helm­ing­in at peng­u­num, með­an hin helvt­in verð­ur býtt út til miðl­ar og miðla­fólk, sum kunnu gera á­vís­ar upp­gáv­ur fyri priv­atu miðlarnar.

Boðskapurin hjá okkum til lands­­ins myndugleikar er enn sum áðu­r:

– Tryggið grundarlagið undir Kring­varp­inum við kring­varps­gjaldi ella játt­­an á fíggj­ar­lóg­ini, og gev­ið priv­atu miðl­u­num frið at virka á vinnu­liga fræls­um grund­ar­lag!

Tað er himmalrópandi ó­rætt­víst, at Kring­varp­ið – sum er ein skatta­inn­krevji – skal kapp­ast við priv­atu miðl­ar­nir, sum ong­an al­menn­an stuð­ul fáa, um lýs­ing­ar­pengarnar!

Vit hava seinastu 10-15 árini havt ment­a­mál­a­ráð­harr­ar úr Tjóð­veldi, Fólka­flokk­i­num og Javn­að­ar­flokk­i­num. Einki fram­stig er at hóma fyri priv­atu miðl­ar­nar, tí hes­ir menta­mál­a­ráð­harr­ar hava ikki havt rygg ella dirvi til at taka av­gerð um, at ein almennur stovnur skal ikki liggja í kapping við privat vinn­u­lív. Tað er hol í høvdið at ein skatta­fíggj­að­ur stovn­ur sum Kring­varp Før­oya mið­víst tæg­ar støði und­an priv­at­um miðl­um.

Kringvarpið skal vera óheft av øll­um handilsligum áhugamálum. Tað er tað ikki, tá til dømis ein mill­i­arda­fyr­i­tøka sum TF Hold­ing í ára­vís spons­or­er­ar veð­ur­tíð­ind­ini í okk­ara skatt­a­fíggjaða public ser­v­ice kringvarpi.

Avgerðin er einføld hjá Bjørn Kals­ø. Úr sínum liberalistiska sjón­ar­horni sær hann, at hann kann ikki til­láta sær at hava ábyrgdina av, at ein al­menn­ur stovn­ur kval­ir priv­at­ar fyr­i­tøk­ur, sum høvdu klár­að seg utt­an al­menn­an stuð­ul, sluppu tær at kapp­ast á jøvn­um grund­ar­lag.

Úr sínum mentanarliga sjón­ar­­horni sær hann eisini, at Kring­varp­i­num má tryggjast eitt trygt og gott grund­ar­lag, sum av­gjørt ikki skal vera hand­ils­ligt.

Vit bíða í spenningi, til Bjørn Kalsø vísir mansmót og loys­ir trup­ul­leik­an, sum 10 menta­mál­a­ráð­harr­ar hava runnið undan síðani 1998.