Fjølmiðlar í negativari ringrás

Jóannes Eidesgaard
----------

Eitt av eyðkennunum við nýggjárinum er, at mong okkara seta sær nýggj mál - at okkurt skal broytast ella gerast øðrvísi í tí nýggja árinum. Vit mugu tíverri longu nú staðfesta, at okkara fjølmiðlar neyvan hava tikið henda táttin upp, men heldur halda fram eftir sama leisti. Málið er alt ov sjáldan sakligur framburður av tíðindum, men heldur hin vegin at fáa tíðindini serliga tey, sum koma úr politiska umhvørvinum, latin í ein so neiligan og so negativan ham sum gjørligt. Lat meg taka trý dømi, nú árið bert er góða viku gamalt:

Dømi 1: Sosialurin hevur í einum leiðara hesa orðing:”Fíggjarlógin hongur ikki saman. Landsstýrissamgongan megnaði ikki at finna neyðugu bygnaðarligu sparingarnar. Skattir skulu ikki hækka, og avgjøld skulu ikki hækka.”

Fíggarlógin hongur sanniliga saman, tó hon hevur eitt stór hall. Grundleggjandi tænasturnar í samfelagnum eru væl og virðiliga fíggjaðar. Vit hava gamaní ikki framt allar tær bygnaðarligu broytingarnar enn, sum vit arbeiða við, men á fíggjarlógini eru tó broytingar. Niðurlaging og uppstramning av rentustuðulsskipanini (fyri fyrstu ferð í 15 ár), stigvíst verður mvg-stuðulin til sethúsabygging tikin av og ikki minst Heilsutrygdin. Hetta eru so bygnaðarligar broytingar, um man vil tað ella ei. Men rætt er, vit eru langt frá komin á mál enn, og tí halda vit fram.
Skatturin er eisini hækkaður við 2% fyri inntøkur oman fyri 400.000 kr., lønarhæddaravgjaldið er hækkað til tað dupulta, og eitt nú hækka prísirnir hjá SL við 12%.
So her er ikki bert talan um negativan framburð hjá Sosialinum, men um beinleiðis ósanna skriving.

Dømi 2: SVF hevði eitt rættiliga stórt innslag um nýggju Heilsutrygdina. Men nú var søgan ikki henda stóra bygnaðarliga broytingin, sum fer at gera veruliga mun fyri vanliga føroyingin. Nei, nú var spurningurin, um talan var um eina skattalækking ella eina skattahækking í 2012. Gamaní hevur ávísur tingmaður, sum sær tað sum sítt fremsta mál at stinga skør, dyrkað henda spurningin nógv, men tí nýtist ikki SVF at loypa á leistum aftaná.

Stutta av tí langa er, at Heilsutrygdin verður frá 2012 fíggjað á fíggjarlógini. Allar útreiðslur á fíggjarlógini eisini henda til Heilsutrygdina verða fíggjaðar við skatta- og avgjaldsinntøkum. Longur er tann søgan ikki.
Kanska kundi SVF heldur lýst fyrimunirnar við nýggju skipanina ella kanska spurningin um ognirnar hjá gomlu sjúkrakassunum.

Dømi 3: Triðja dømi er úr Útvarpinum, har yvirskriftin henda dagin ljóðaði, at nú var óvist um føroyingar eftir 1. okt. í ár yvirhøvur fingu nakra trygd fyri innlánum í føroyskum peningastovnum. Slík yvirskrift kann loypa ótta á fólk, so tey kanska flyta innlánini av landinum. Vónandi hevur redaktiónin umhugsað hetta.

Men veruliga søgan var jú ein heilt onnur. Fram til 1. okt. eru øll innlán uttan mun til, hvussu stór tey eru, tryggjaði við Bankapakka I. Fíggjarmálaráðið leggur í vár uppskot fram, sum fer at gera, at øll innlán eftir 1. okt. verða tryggjaði upp til 100.000 evrur ella á leið 750.000 kr. Henda trygdin hevur áður verið 300.000 kr. Við øðrum orðum verður trygdin meira enn tað dupulta.
Vit vita øll - eisini tit í Útvarpinum, at hetta uppskot fær stóra undirtøku í Løgtinginum, og tí verður samtykt uttan trupulleikar uttan mun til, hvat annað møguliga hendur. Men henda góða søgan kom als ikki fram, heldur ikki eftir at Felagið Peningastovnar eftir ódámligu yvirskkriftina í Útvarpinum sendi út tíðindaskriv.
Hetta vóru so trý dømi, sum nærløgd tíðindafólk neyvan erpa sær av.
Annars gott nýggjár til fjølmiðlarnar.