Hósdagin fer mentanarnevndin hjá Løgtinginum at viðgera og fyrireika fýra ymisk lógarmál.
Fyrsta máliðer uppskot til samtyktar frá Tjóðveldi um at byggja lestraríbúðir. Næsta málið er uppskot um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan, sum Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum hevur lagt fram.
Tað triðja uppskotið er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp, sum Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen hava lagt fram vegna Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. Í sambandi við hetta mál hevur mentanarnevndin biðið umboða fyri miðlarnar um at koma á fundin og siga sína hugsan. Kallað inn eru Rás2, Sosialurin, Dimmalætting, Føroysk Fjølmiðlafólk og landsstýrismaðurin í mentamálum saman við Kringvarpi Føroya
Síðsta málið, sum mentanarnevndin fer at viðgera á fundinum hósdagin er uppskot til løgtingslóg um mentanarsøgulig skip, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum hevur lagt fram.










