Fjølmiðlar eru í fokus í hesum døgum. Nógv rok hevur verið umKringvarp Føroya, ráðstevna verður umKVF í morgin og fríggjakvøldið sera vit í Miðlahúsinum fokus á miðlar og samfelag. Tað er einki løgið í, at fjølmiðlar afturvendandi eru á dagsskránni. Fjølmiðlarnir ella pressan hava stóran týdning í einum nútímans fólkaræði. Fólkaræðið hevur sum fortreyt, at borgarar og vinnulív eru kunnað, upplýst og megna at fylgja við øllum tí, sum hendir í samfelagnum og í umheiminum. Hetta er heilt einfalt neyðugt fyri, at borgarin t.d. kann útinna tann valrætt, ið hann hevur í fólkaræðiligum samfelagi.
Tað er kanska ikki uttan grund, at pressan verður nevnd hitt fjórða satstvaldið. Ein árvakin pressa hevur eyguni eftir valdsbýtinum í samfelagnum, hon fylgir væl við, hvussu myndugleikar útinna sítt vald og ein árvakin pressa er alla tíðina til reiðar at avdúka og átala ta valdsmisnýtslu, sum tíverri kemur fyri í øllum samfeløgum, eisini í einum demokratii. Vit kundu nevnt fleiri dømi ud, hvussu ein ábyrgdarfull, vakin og saklig pressa hevur steðgað valdsmisnýtslu og so at siga hevur bjargað fólkaræðinum. Um okkara leiðir við talu og skrivifrælsi er tað ikki beinleiðis líbvshættisligt hjá tíðindafóki at leggja seg út við valdsapparatið í samfelagnum, men vit kenna nógv syrglig dømi um at ein atfinnandi og avdúkandi journalistikkur kann kosta lív.
Seinastu árini eru fortreytirnar hjá pressuni grundleggjandi broyttar. Hesar broyttu fortreytir stava frá samfelagsbroytingum og ikki minst frá tí kunningartøkniligu kollvelting, ið vit hava upplivað síðan internetið og digitaliseringin hava vunnið fram um allan heim. Netmiðlarnir og loftmiðlarnir hava kostað einum stórum parti av pappírsavísunum um lívið um allan heimin. Tann pappírsgrundaða pressan, sum enn livir hevur her í Norðurlondum, hevur stórar trupulleikar og ikki er óhugsandi, at vit fara at síggja enn fleiri av teimum gomlu bløðunum fara í søguna.
Eisini her hjá okkum hava vit sæði bløð hvørva, og tað er sera harmiligt. Hinvegin eru eftirverandi bløðini væl fyri og tykjast mennast og at gerast sterkari fyri hvørt ár sum gongur. Men hetta er og verður eitt hart hoyggj at draga og krevur at vit javnt og samt mennast og gerast betri og at vit finna okkara pláss í tí nýggju miðlamyndini. Allir miðlar, skulu, um teir vilja liva, bæði kappast og samstarva sínamillum, samstundis sum teir skulu røkja uppgávuna sum fjórða statsvaldið. Hetta krevur umhugsni og greining og tí tað gott, at fjølmiðlar okkara støðugt eru á dagsskrá hjá almenninginum.