Føroyingar fáa egna lóg um fjølmiðlaábyrgd tann 1. januar 2004.
Tað ætlar Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum, sum hevur sent uppskot til lógtingslóg um fjølmiðlaábyrgd út til hoyringar.
Ábyrgdin hjá føroyskum fjølmiðlum hevur javnan verið havd á lofti síðstu árini. Løgtingsins umboðsmaður hevur eisini harðliga átalað, at eingin lóg ásetir, hvussu miðlarnir í Føroyum uppføra seg. Fleiri royndir eru gjørdar at fáa eina dagførda lóggávu á økinum, men tær eru allar miseydnaðar higartil.
Nú skuldi borið til. Tann 3. februar 2003 undirskrivaðu danski løgmálaráðharrin, Lene Espersen, og landsstýrismaðurin við lógarmálum eina avtalu um yvirtøku av málsøkinum fjølmiðlaábyrgd til Føroyar. Tað er á hesa avtalu, at Høgni Hoydal byggir sítt lógaruppskot, sum telur 55 lógargreinar.
Journalist við ábyrgd
Høvuðsendamálið við lógini er at tryggja skrivi-, talu- og kunningarfrælsi og skapa bestu fortreytirnar fyri almenna orðaskiftinum. Tað skal gerast við at áseta eina ábyrgd fyri tað skrivaða ella varpaða orðið. Nýggja lógin ger, at tað altíð er ein persónur, sum kann ábyrgdast fyri innihaldið í einum fjølmiðli.
Frameftir hava navngivnir høvundar, tað eru journalistar og onnur, sjálvir ábyrgdina av tí, sum verður almannakunngjørt. Blaðstjórar ella redaktørar hava hinvegin ábyrgdina av øllum tí, sum verður borið víðari frá ónavngivnum. Tað vil siga, at rættindini hjá fjølmiðlum at verja keldur teirra verða tryggjað. Samstundis verður so staðfest, at blaðstjórin hevur ábyrgdina av ónavngivnum lesarabrøvum.
Blaðstjórin ella redaktørurin verður somuleiðis ábyrgdaður, tá hann áleggur einum journalisti at skriva okkurt ávíst ella er vitandi um, at tað, sum journalisturin skrivar, er ivasamt.
Sostatt ásetir uppskotið til fjølmiðlaábyrgdarlóg, hvørjum eitt rættarmál kann vendast ímóti, um tað kemur til skarpskeringar. Men lógin ásetir onki mark fyri skrivi-, talu- og kunningarfrælsinum, ella hvat kann revsast. Hesar ásetingar vera framvegis at finna í aðrari lóggávu, serliga revsilógini.
Eitt fjølmiðlaráð
Tað er kortini verri enn so altíð, at eitt rættarmál er loysnin á einari trætu millum borgaran og fjølmiðilin. Sambært lógaruppskotinum skal eitt fjølmiðlaráð setast við fýra limum at taka avgerðir í ivamálum. Ráðið kann eisini av sínum eintingum taka mál upp, tá hon heldur góðan fjølmiðlasið vera brotnan.
Formaðurin, sum skal vera løgfrøðingur, verður útnvendur av Fróðskaparsetrinum. Tíðindafólk velja sær eitt umboð, redaktiónsleiðslurnar velja eitt umboð, og ein borgari verður valdur av nevningalistanum at umboða almenningin.
Fjølmiðlaráðið skal eitt nú gera av, um ein fjølmiðil hevur framt brot á aðalregluna um góðan fjølmiðlasið. Og ráðið skal eisini taka avgerðir í spurningum um rættindini hjá einum borgara ella virki til at svara aftur.
Lógin um fjølmiðlaábyrgd er send til hoyringar hjá øllum fjølmiðlum í Føroyum, Føroya landfúta, Løgtingsins umboðsmanni, Føroya advokatfelagi og feløgunum hjá fjølmiðlafólkum. Ætlandi kemur lógin í gildi 1. januar 2004, sambært uppskotinum.