Fjølmiðlar

Fjømiðlar eru sjálvsagt ekspertar at flyta tíðindaflutningin, soleiðis at onkur skal blíva svartiper, sannleikarnir hava minni at siga.

Stórar yvirskriftir standa í bløðunum, til dømis hevði eitt blað alla forsíðuna, har stóð »løgtingsfólk vilja ikki niður í løn«. Har var ein kolasvørt lygn, tí eg havi sagt mína hjartans meining um tað, at skulu onnur í samfelagnum niður í løn so skulu vit eisini.

Síðan døgurðin í Kirkjubø
Har verði eg dúgliga citeraður fyri alt millum himmal og jørð, sjálvt í íslendskum miðlum verði eg citeraður saman við stórari mynd, teir vilja so gjarna draga Gerhard inn í henda almenna døgurðan, sum eg ikki varð boðin til.
Norðlýsið hevur ymiskt, sum eg havi sagt, men sum eg í verðuleikanum ikki segði. Eg vanvirði ongan, hvørki Johannu Sigurðardóttir ella nakran annan. Men vísti ferð eftir ferð á, at eg ikki var boðin til henda, eftir hondini nógv umtalaða døgurðan, so tað var ikki mín trupulleiki.
Men álíkavæl...

Øll kenna
Øll kenna mína støðu við 266B, samkynd og alt tað.
Eg havi skrivað nógvar greinir og á tingsins røðarapalli havi eg sagt mítt. Tá menn og menn sleppa giftast og kvinnur og kvinnur, tá er okkara land sokkið djúpt og minnur um »Sodoma og Gomorra«.
So tað skal ikki misskiljast, tað fer Gerhard altíð at kempa ímóti, so kunnu fólk skíra meg fyri at vera gamaldags.

Gestablídni
Bíblian skrivar í Lukasa evangelii kap. 19, vers 5 og 6: Og tá ið Jesus kom hagar, leit hann upp og bar eyga við hann! Sakeus skunda tær og kom niður, tí í dag má eg koma at gista í húsi tínum.
Og Sakeus skundaði sær og fór niður og tók ímóti Honum glaður.
So út frá skriftini eigi eg at kunna sita til borðs við øllum, eisini íslendska forsetisráðharranum uttan nakað, men eg nýtist hvørki at vera samdur við henni ei heldur góðtaka hennara holdningar.
Men miðlarnir vera altíð teir sterku, men vælsignaðir ikki misnýta tykkara vald.