Fjølmiðlanevndin átalar Dimmalætting

Dimmalætting breyt regluna um góðan fjølmiðlasið, tá blaðið viðgjørdi trygdina á Summar Festivalinum Tað staðfestir Fjølmiðlanevndin, sum hevur viðgjørt eina kæru frá teimum, sum skipaðu fyri festivalinum.

Fjølmiðlanevndin heldur, at Dimmalætting átti at givið Summar Festivalinum høvið til at svara atfinningunum í sama blaði, sum atfinningarnar vóru í. Tað gjørdi blaðið ikki, og av tí at blaðið ikki royndi at fáa viðmerkingar frá Summar Festivalinum áðrenn almannakunngerð, hevur fær Dimmalætting eina átalu frá Fjølmiðlanevndini.

Blaðstjórin á Dimmalætting, Árni Gregersen, sigur við Kringvarpið, at hann tekur átaluna til eftirtektar.