Fjølmiðlaábyrgd
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjórin á Politiken, Bo Maltesen hevur eina øðrvísi áskoðan um pressufrælsi og fjølmiðlanevnd enn hansara starvsfelagi á Ekstrablaðnum. Honum dámar sera væl verandi skipan í Danmark og heldur hon kann vera ein av fyrimyndunum fyri eina skipan í Føroyum.
-Eg haldi tað er sera týdningarmikið at hava eina fjølmiðlaábyrgdarlóg og eina fjølmiðlanevnd. Ongar skipanir eru feilfríar, og tí er gott at hava eitt organ og eitt grundarlag, har okkara kundar og offur, sum kenna seg illa viðfarin av tí vit gera, kunnu klaga til blaðið ella miðilin í fyrsta umfari, og fær tú ikki viðhald har, so hevur tú møguleika at fara eitt stig víðari, uttan at tað skal blíva til eitt rættarmál, nevniliga til fjølmiðlanevndina. Eitt rættarmál er dýrt og tekur langa tíð. Ein fjølmiðlanevnd kann móttaka eina klagu frá einum og hvørjum borgara og keldu. Hann fær sína klagu viðgjørda innan fáar mánaðir og fær síðani at vita, antin hann fær viðhald ella at har einki er at fara eftir.
Gott við organi
Bo Maltesen sigur víðari, at tað er gott er at hava eitt organ, sum borgarar kunnu klaga til um tað ikki hjálpir at klaga til miðilin sjálvan, sum teir meta hevur gingið teimum ov nær.
Hann vísir á, tey eru trý óheft bløð í Politikens hus konsernini, Jyllandsposten, Politiken og Ekstra Blaðið. Hesi eru sera ymisk bløð við egnari redaktión og ábyrgdarstjórum. So bløðini hava sínaregnar meiningar um spurningar sum hesar.
-Tað er eisini náttúrligt, at vit hava ymiskar metingar um hetta, tí vit eru ymisk bløð. Vit hava tó øll áhuga í at gera sakligan og borðbaran journalistikk. Tað er heilt avgerandi fyri okkum, at journalistikkurin er trúverdugur. Vit kunnu øll gera mistøk og royna at rætta tey. Gera vit tað ikki nóg gott, so er gott, at man hevur ein instans sum fjølmiðlanevndina, ið man sum borgari kann fara til. So tað er heilt náttúrligt fyri at varðveita fjølbroytni í presssuni, at tað finst ein slík skipan at venda sær til.
Danska skipanin góð fyrimynd
Bo Maltesen mælir til, at vit í Føroyum royna ta donsku skipanina, tó sjálvandi lagaða til okkara umstøður. Hann vísir á, at tað finnast nakrir óskrivaðir reglar, sum allir journalistar eiga at arbeiða eftir. Út yvir tað hevur tú eina fjølmiðlanevnd, sum ger, at borgararnir kunnu klaga um nakað teir eru ónøgdir við og so kann tann nevndin geva teimum rætt ella ikki. Hetta er ein einføld skipan, og hon ger eisini, at miðlarnir kanska hugsa eitt sindur meira um, hvat teir gera.
-Vit, sum arbeiða í fjølmiðlunum, hava stórt vald og skriva vit nakað skeivt, so kann tað fáa stórar avleiðingar fyri ein persón t.d. Og fyri tey, sum gera mistøk, er eisini gott at hava onkran, sum kann halda okkum í oyruni. Tí haldi eg tað er ein fyrimunur at hava eina slíka skipan. Serstakliga har hon fremur sjálvkritikkin.
Danski blaðstjórin heldur út frá egnum royndum, at eisini føroyskir brúkarar eiga at fáa henda tryggleika. Tað økir um trúvirðið, og harvið økir tað um trúðvirðið hjá miðlunum.
Rættið uppá trupulleikar
Roynið eina slíkan skipan. Vísir tað seg so at borgararnir fáa viðhald í nógvum av klagunum, so eigur tað at fáa miðlarnar at taka í egnan barm og vita um tað er nakað, sum eigur at verða broytt. Verða klagurnar nógvar, og tær fáa viðhald, so hevur føroysk pressa møguliga nakrar trupulleikar, sum man eigur at hyggja eftir. Eru vit nóg góð til at lurta eftir, hvat mótparturin í eini sak meinar og vera fair yvirfyri offrunum og keldunum er m.a spurningurin.
Bo Maltesen heldur, at at ein fjølmiðlaábyrgdarlóg og ein fjølmiðlanevnd eru ein víðkan av pressufrælsinum. -Eg meti eina fjølmiðlanevnd vera eina menning av pressufrælsinum, so øll vita, hvat man hevur við at gera.