Á kvinnuráðstevnuni, sum URD skipaði fyri farna vikuskifti, kom millum annað fram, at kvinnur mangla á keldulistunum hjá fjølmiðlafólki. Nú ber til hjá kvinnum at skráseta seg á ein keldulista á heimasíðuni hjá Synergi. Felagið hevur gjørt eina síðu á teirra heimasíðu, har kvinnur kunnu seta seg á ein keldulista. Hesin keldulistin verður síðani sendur tíðindaleiðarunum í fjølmiðlunum.
? Kvinnur hava, eins og menn, kompetancur innan nógv ymisk viðurskiftið. Vit mæla tí øllum teimum kvinnum, sum hava áhugað í at gera sína ávirkan galdandi gjøgnum fjølmiðlaheimin, um at tekna seg á keldulistan, verður sagt frá Synergi, sum eisini luttók á kvinnuráðstevnuni.
Heimasíðan hjá Synergi er: www.synergi.fo










