Jógvan á Lakjuni
landsstýrismaður
Johan Petersen spyr í bløðunum, nær eg sum landsstýrismaður í útvarps- og sjónvarpsmálum fari at leggja fjølmiðlaábyrgdarlógina fyri tingið.
Nú er tað soleiðis, at hóast landsstýrismaðurin í mentamálum umsitur fjølmiðlarnar, kringvarpslógina o.s.fr., so umsitur hann ikki fjølmiðlaábyrgdarlógina.
Fjølmiðlaábyrgdarlógin er lógarmál og verður tískil umsitin í Innlendismálaráðnum, og best er hjá Johan at venda sær hagar at fáa meira at vita.
Annars eru samgonguflokkarnir samdir um at yvirtaka fjølmiðlaábyrgdarlógina, men eg havi skilt, at bíðað hevur verið eftir yvirtøkulógini.
Nú, ið tað røkist fyri, at hon verður sett í gildi á ólavsøku, skuldi einki forða fyri, at fjølmiðlaábyrgdarlógin verður løgd fyri tingið í næstu tingsetu.
Vónandi verður tað so, tí tørvur er á henni!









