Nakrir journalistar eru komnir til Føroya, at fylgja Andorra, sum seinni í dag spælur móti Føroyum í HM 2018 undankappingini. Albert Canes hevur góðar vónir, men torir ikki at vænta meir enn eitt stig til gestirnar, hóast Andorra vann á Ungarn fyrr í undankappingini.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
- Eg trúgvi upp á at vit kunnu fáa eitt stig. Tað var sum allar planeturnar stóðu í beinari linju, tá vit vunnu á Ungarn. Alt riggaði hjá okkum, meðan teir høvdu ein ringan dag. Tað hevur hvussu fólk í Andorra síggja landsliðið, men eg tori ikki at vænta meir enn ein javnleik, sigur Albert Canes.
Les eisini: Ildefons Lima er bergtikin av Føroyum
Hann er ótrúliga bergtikin av umhvørvinum í Føroyum, og undrast á at tað kunnu verða so nógvir fótbóltsvøllir í hesum lítla landinum. So væl stendur ikki til í Andorra, sigur Albert Canes.
Les eisini: (Andorra) Mugu ikki gera mistøk
Andorra hevur tveir spælarar, sum hava leikbann, meðan tríggir eru komnir við aftur til hendan dystin. Albert Canes sigur, at tað eru fleiri meiningar um tað er blivið betri ella verri fyri Andorra.
Les eisini: (Klumman) Vit mugu stuðla
- Vit hava mist ein góðan ungan spælara, sum mangan er keldan til álop og mál hjá okkum. Hinvegin, so hava vit fingið ein góðan miðvallara og ein framrættaðan høgra bakk við aftur, sigur Albert Canes.
Rás2 sigur frá landsdystinum móti Andorra, sum byrjar klokkan 17.










