Fjølment jarðarferð í Iran

Fólk í tíggjutúsundatali vóru í dag fylgdu teimum 27, sum doyðu í tveimum bumbuspreingingum í iranska býnum Zahedan fyrradagin. Iransku fjølmiðlarnir siga, at iranska løgreglan hevur tikið 40 fólk, tí illgruni er um, at tey høvdu okkurt samband við teir báðar sjálvmorðsbumbumenninar, sum sprongdu seg í luftina uttan fyri eina mosku.

Myndugleikarnir í Zahedan hava lagt amerikanarar og bretar undir at hava hjálpt teimum, sum skipaðu fyri bumbuatsóknunum. Endamálið skal vera at elva til misnøgd og ófrið, siga myndugleikarnir í býnum.