Hýrurin var góður á fólki, tá ið kirkjan í Hoyvík varð vígd. Tá ið sjálvt hátíðarløtan var av, ynsktu fólk hvørjum øðrum til lukku – bæði tey, sum hava borðið verkætlanina til dyrnar, kirkjufólkið, politikarar og prestar. Tí, sum tikið varð til: Vit eiga øll kirkjuna.
Samstundis gekk prátið dúgliga, og lýsingarnar vóru nógvar: “Her er næstan ein katólskur stemningur, við hesum reydliga og hugnaliga ljósinum”, segði onkur. Onnur hildu kirkjuna vera jólaliga við øllum ljósperunum. Annars vóru tað orð sum fjálg, heit og intim, sum gingu aftur. Fleiri kendu kirkjurúmið endaleyst, sum at ongin byrjan og endi er. Rúmið er ikki so høgt, og tí helt onkur hana verða fólksliga, tætta og fløvandi.
--
Myndatekstir:
Stór vindeygu kransa toppin, hagar nógv fólk leitaðu sær: “Akkurát sum at vera í Eifeltorninum” lat í einum, og annar kendi tað sum ein viti, sum lýsir í allar ættir.
--
Ung og stásilig, sum ein drotning, brettir hon sær á, meðan hon tignarliga lítur oman yvir býin. Hoyvíkingar hava fingið sína egnu kirkju – hvít og glitrandi, løtt og savnandi.
Nýggja kirkjan hevur stevnið sett, og eins og restina av býlinginum, skjýtur hon beint inn í framtíðina. Av sonnum ein hátíðarløta í Hoyvík í sunnudagin.
--
Tað var ein skrúðklæddur Hans Jacob Joensen, bispur, sum vígdi kirkjuna, bað vígslubønina og lýsti vælsignilsi. Áðrenn høvdu dómpróstur og flest allir prestar í landinum handað honum heilagu bøkurnar og silvurkerini, sum fingu pláss á altarinum.
--
Bjarni Bæk, dómpróstur, prædikaði
--
Kórverk eftir Kára Bæk við sangi og floytuspæli varð framført. Verkið “Himin boðar..” varð skrivað til høvið.
--
Javnan leitaðu eyguni á stáskløddu kirkufólkunum upp ímóti hválvinum, har hundraðtals glampandi ljósperlur rúnabundu bæði vaksin og børn.
--
Av tí at pláss var ikki fyri øllum inni í kirkjuni, var vígslan varpað á stórskýggja inni hjá grannanum, sum er Hoyvíkar skúli. Og aftaná vígsluna vórðu øll boðin inn til ábit í skúlanum og til drekkamunn í kirkjukjallaranum.
--
Til urgutónarnar frá nýsetta organistinum Oddvør Johansen, sang fjøldin sálmin Fedranna kirkja í Føroya tjóð, sum Gudmund Bruun yrkti í 1937. Eisini vórðu sálmarnir Kirkjan hon er eitt gamalt hús, eftir Grundtvig og J. Dahl, og Nú takki Guði øll, sum Gudmund Bruun týddi, sungnir. Síðsti sálmurin var Boðar tú til allar tjóðir sum Jóannes Patursson yrkti.
--
Fýra prestar stíga fram, Sonja Klen, Hanus Simonsen, Sverri Steinhólm og Heri J. Joensen. Tveir hvørjumegin altarið, har teir lesa hvør sítt lítið brot úr skriftini.
--
Skrúðgongan gongur inn
--
Kollekt og vælsignilsi við Sonju Klein, sóknarpresti.