Fjølbroyttur tónleikur á Frigg

Nýggi tónleika- og ment­ur­nar­fest­i­val­ur­in, Frigg, sum verð­ur í Keypmannahavn 9. Og 10. mai, leggur nú seks nýggj nøvn afturat skránni.

Tey eru Bubbi Morthens, Greta Svabo Bech, Vök, Small Time Giants, Nine Miles South og Hanus G. Jo­hansen.

Bubbi Morthens er kendi ís­lendski proletarurin og prot­est­sang­arin. Hann verð­ur met­t­ur at vera størsti trou­ba­dur­ur í íslandi og er mað­ur­in aftan fyri landapláguna, Tað er gott at Elska, sum Sign­ar í Homrum syngur á før­oysk­um.
Greta Svabo Bech er ó­krýnda føroyska elek­tro­drotn­ing­in, siga tey á Frigg

Í 2012 rúnarbant hon við síni ljósu sangrødd, tá hon legði rødd til Raise Your Weap­on hjá Deadmau5.
Úrslitið av tí var, at hon varð tilnevnd eina til Gram­my virðisløn.

Síðani hevur hon roynt seg sum sangskrivari, ið m.a. hev­ur ført sangin "My Love" hjá Cher frá 2013 við sær.
Hinvegin er Vök ein el­ek­tron­isk trio úr Hafn­ar­firði í Íslandi, sum vann tón­leik­a­kapp­ing­ina, Mús­ík­til­raun­ir í fjør.
Vök blandar saman bleyt­an elektroniskan tónleik og mel­o­di­øsar røddir.

Small Time Giants er grøn­lendskt rockorkestur , sum eru við at fáa fótin fastan á ev­rop­iska meginlandinum.
Small Time Giants spæla fjøl­tátt­aðan, kenslubornan rock við skeivum tónum, bæði akustiskum og elek­tron­isk­um trummum og eini røð av ljóðupptøkum úr Grøn­landi. Bólkurin vann Koda Talent virðislønina í 2013 fyri at vera komin við nýggj­um háttum at framføra tón­leik.

Nine Miles South, við dansk-føroyska odd­a­mann­i­num Sebastian Mikkelsen, hava spælt kring um í Ong­landi.

Í løtuni er bólkurin í upp­tøk­u­høl­um í Onglandi, har teir eru í holt við at taka eina nýggja fløgu upp

Hanus G. Johansen er kend­ur vísusangari og hev­ur millum annað tulkað norska yrkjaran Jacob Sande. Hann hevur eisini spælt við Aldubárini og sungið sam­an við Frændum. Hanus er tó mest kendur fyri at hava tulkað og endurskapt á­hugan fyri yrkingunum hjá før­oyska skaldinum Poul F.

Í gjør fekk hann Sømd­ar­gávu L­andins frá Ment­a­mál­a­ráð­num og gamla­árs­kvøld fekk hann seina ment­ur­nar­virð­is­løn f­rá Klaksvíkar Komm­unu.