Við stórum bólki ferðaðist Flemming víða innan ymisk tónleikasløg Við sær á pallin í kvøld hevði gøtumaðurin eitt tyssi av okkara bestu tónleikarum. Tí var talan um eina sera væl spælda og gjøgnumførda framførslu.
Lagt varð út við eitt sindur av rock n roll, og sum framførslan leið, sluppu bossanova, latínskur tónleikur og blues eisini upp í part. Bólkurin spældi væl saman, og fólkið neyt tað. Aldurin á samkomuni var eitt sindur hægri, enn hann annars hevur verið, men eisini nógv ung sóust, ið nikkaðu njótandi við.
Flemming er ein sera erligur og líkatil persónur. Til dømis greiddi hann frá, at sangurin Knúsandi løgur er um ein kenning, sum fyrr drakk so illani.
Stuttligt var at síggja gittarúrmælingin Benjamin Petersen, ið er sonur Flemming, spæla undir liðini á pápa sínum.