Fjølbroyttari inntøkur skulu til

Skal tað bera til hjá útjaðarakommunum at hava eina javna inntøku, skulu inntøkukeldurnar spjaðast yvir fleiri øki. Fleiri almennar inntøkur skulu fáast, so ikki alt byggir á fiskivinnuna

 

Økismenning

Útjaðaraøkini liva fyri stóran part av fiskivinnuni, og hava eina ov einstáttaða inntøku. Skjótt er, at alt koppar, um eitt nú fiskivinnan verður fyri bakkasti. Tí má eitt breiðari inntøkugrundarlag fáast.

Á økismenningarfundinum á Sandi mikukvøldið royndu politikkararnir, sum sótru við pallborðið at koma við ymsum uppskotum til loysn á teimum trupulleikum, sum útjaðaraøkini hava. Men tað tóktist tungt at koma út til fundarfólkið við boðskapinum.

Tá til dømis borið varð fram, at eitt samfelag, sum bara tosar um fisk, er eitt fátækt samfelag, var beinanveg onkur í salinum, sum hevði hug at mótmæla.

Hendan reaktiónin var í grundini eitt sera gott dømi um, hvussu inngrógvin fiskurin er í føroyinginum, og hvussu stutt hugflogið í grundini røkkur.

Tí tað, pallborðsluttakarin meinti við, var ikki, at vit ikki skulu veiða og arbeiða fisk. Men at vit eiga at finna okkum onnur bein at standa á eisini, so vit ikki verða púra avlamin, um hetta eina bein okkara brotnar.


Fjølbroyttari samfelag

Jóannes Eidesgaard vísti á, at 43 prosent av allari inntøku í Sandoynni stava frá fiskivinnuni. Tí er oyggin sera sárbær, um eitt hóttafall kemur á fiskivinnuna.

Tí er tað ikki nøktandi bara at siga, at vit skulu hava nýggj virki, hóast vit skulu tað, segði hann.

Vit mugu hava eitt nú almennar tænastur út á økini, so inntøkurnar verða javnari býttar.

Í Havn stava 40 prosent av inntøkunum frá almennar lønir, meðan bara átta prosent koma frá fiskivinnuni.

Vit mugu bróta vanan við at leggja alla fyrisiting í Havn. Eitt nú tann nýggja oljufyrisitingin átti at verið løgd onkra aðrastaðni segði Jóannes Eidesgaard.

Hann helt tað vera vanahugsan, at leggja oljufyrisitingina í Tórshavn. Hetta er nýggjur stovnur, sum ongar traditiónir hevði í Havn. So hví ikki byggja hann upp aðrastðani? Heimurin er tódnaður munandi við Internetinum, og ein fyrisiting kann tað sama liggja í einum útjaðarøki, sum í Havn. Hon kann eins væl byggjast upp av Sandi sum úr Hoyvík, vildi hann vera við.

Jóannes Eidesgaard segði frá, hvussu tað gekk í Svøríki, tá stjórnin gjørdi av at flyta umsiting úr Stockholm.

Tað var eitt øgiligt rok beinanveg, tað frættist, at talan var um flyting. Fyrst og fremst sjálvandi frá teimum, sum tað rakti. Men har hendi tað, tá aðalstýrini vórðu flutt, at trýstið á Stockholm minkaði, umsitingin gjørdist dýrari, men trivnaðurin í teimum býum, har tey vórðu løgd, vaks munandi.

Jóannes Eidesgaard segði, at hann vil hava lagt nøkur stýri út á økini. Tá má vera stýri, tí deildir eru ikki nokk, tá allar tær tungu avgerðirnar kortini liggja í Havn. Tað verður eitt gníst beinanveg, men fleiri fara tó at gleðast seinni. Tað ræður um at hava rygg.


Fiskiloyvini

Tað er greitt, at tá tosað verður um økismenning í Føroyum, verður ofta hugsað um fiskivinnu. Fiskivinnan er sterk og at kalla einaráðandi í hesum landinum.

Tí er tað eisini, at onkur politikkari hevur ta meting, at eitt nú almennar tænastur eiga at leggjast út á økini fyri at fáa fleiri fastar lønir og størv, sum seta krøv til tann, sum røkir tey. Soleiðis hevði borið til at fingið útbúgvið fólk av staðnum aftur til heimbygdina og ikki bara til Havnar, tá tey koma aftur uttanlendis við sínum útbúgvingum.

Á økismenningarfundinum á Sandi varð komið inn á, at bara trý fiskiloyvi til størri skip vóru eftir í Sandoynni, og varð hetta mett sum ein hóttan móti fiskivinnuni á staðnum.

Tað varð beinanveg hildið upp í móti, at tað gjørdi ikki so nógv nú, tí nú varð alt selt um uppboðssølu kortini, og so kundi fiskurin bara koma aðrastðani frá.

Men Egil Olsen, stjóri á Sandoy Seafood, sum var á fundinum, helt kortini, at tað hevði rættiliga stóra ávirkan, hvar fiskiloyvini lógu. Hann nevndi skip, sum selt varð av oynni fyri tíð síðan, og sum teir ikki høvdu sæð aftur.

Grundin var einføld, helt hann. Tá menn koma aftur av túri, vilja teir fegnir vera heima, og tí verður alt gjørt fyri at sleppa at landa har, skip og manning búgva. Tað er bara ein sannroynd, staðfesti Egil Olsen og tók undir við teimum, sum halda, at manglandi fiskiloyvi kunnu vera ein ávís hóttan móti útjaðaraøkjunum.