Fjølbroyttar konsertir næstu dagarnar

  Siloakórið og sangbólkurin fara at syngja í Fuglafirði í sunnukvøldið og í Norðurlandahúsinum hvítusunnuaftan

Jóannes Hansen
??????????????????
Næstu dagarnar verður møguleiki at hoyra Siloakórið og sangbólkin Salt syngja tvær ferðir. Talan verður um rættuliga fjølbroyttar sangløtur. Fyrra konsertin verður í Mentunarhúsinum í Fuglafirði nú sunnukvøldið klokkan 20.30, og konsertin í Norðurlandahúsinum verður næsta leygardag, hvítusunnuaftan, klokkan 16.
Siloakórið og sangbólkurin Salt hava fleiri ferðir hildið konsertir seinastu árini. Sangirnir hava andaligt innihald. Felags fyri kór og bólk er, at tey fyri stuttum hava verið í Bretlandi og roynt seg. Í fyrraárið gav Siloakórið fløgu út, og sangbólkurin Salt er farin undir fyrireikingar at geva fløgu út. Ætlanin hjá teimum er at taka upp í summar.
Tá ið sangbólkurin og kórið hava konsert í felag, verður talan um fjølbroytta konsert. Salt syngur a capella ella uttan undirspæl, og hjá Siloakórinum er nógv undirspæl. Tað eru seks sangarar í Salt, og tey hava sjálvi sett flestu løgini út, sum tey fara at syngja. Viðhvørt syngja tey í trimum røddum, og onkra ferðina eru raddirnar seks. Tey, sum manna Eysturoyar bólkin, eru Arnvør á Torkilsheyggi, Paula Jespersen, Elsebeth Lassaberg, Eydna Jacobsen, Óli Kristian á Torkilsheyggi, Jóhan Magnus Kristiansson og Bárður á Lakjuni.
Skráin hjá Siloakórinum er sambært kórleiðaranum, Eyðun á Lakjuni, eitt sindur meiri gospelkend, enn hon plagar at vera. Eitt nú syngja tey løg hjá André Crouch og Oslo Gospel Choire.
Solosangararnir í kórinum eru á konsertunum í Fuglafirði og í Norðurlandahúsinum Bárður á Lakjuni, Rógvi á Lakjuni, Elisabeth Hansen, Karlina Højgaard, Elsebeth Lassaberg og Erla á Torkilsheyggi. Trio syngja Elsebeth Lassaberg, Erla á Torkilsheyggi og Levi á Torkilsheyggi.
Hjá Siloakórinum spælir Gunnar Guttesen tangentar. Pæur Dal-Christiansen spælir guitar, Svend Åge Drewsen spælir bass, og Dánjal Zachariassen situr handan trummurnar.
Atgongugjaldið er bæði í Mentunarhúsinum og í Norðurlandahúsinum hundrað krónur, og hvør konsertin verður umleið tveir tímar.