Í farnu viku skrivaði Sosialurin í fleiri greinum um, at stórir profilar í føroyskum politikki nu takka fyri seg, og túsundtals atkvøður, sum seinastu árini eru farnar til hesar politikarar, eru nú av álvara tøkar hjá øðrum valevnum at kappast um. Jóannes Eidesgaard, Anfinn Kallsberg, Hergeir Nielsen, Marjus Dam, Andrias Petersen, Katrin Dahl Jakobsen, Sjúrður Skaale og hini hava fingið nógvar atkvøður frá veljarunum, men nú stilla hesi fólkini ikki uppaftur á løgtingsvalinum, sum skal verða í seinasta lagi í januar komandi ár.
Hetta gevur pláss í løgtinginum. Onnur valevni – nýggir politikarar – hava nú betur kjans at sleppa í løgtingið, og ein størri útskifting, enn vit hava sæð seinnu árini, er gjørlig nú. Samfelagsfrøðingur heldur, at útskiftingin í løgtinginum hevur verið ov lítil, og tað, sum nú hendir, er meira vanligt, tá ið samanborið verður við onnur ting.
Løgtingið skal onkursvegna umboða føroyska fólkið, og ein fjølbroytt umboðan mann, tá ið alt kemur til alt, verða tað besta fyri tingið. Tí kemur tað ikki bara illa við, at nakrir av teimum eldru politikarunum takka fyri seg, so at tað verður pláss fyri yngri fólki. Í løtuni kunnu løgtingsfólk, sum eru undir 40 ár, væl og virðiliga teljast á einari hond, og tað er ikki røttvís umboðan, tá ið hugsað verður um samansetingina av fólkinum. Tí hevði tað verið kærkomið, um tað komu fleiri yngri fólk í løgtingið á komandi vali.
Kvinnurnar eru eisini undirumboðaðar í løgtinginum, men batar hava verið, og framhaldandi verða gjørd átøk fyri at fáa kvinnur í tingið. Vónandi sæst eitt úrslit av hesum arbeiði á komandi løgtingsvali.
Hetta er nakað, sum flokkarnir eiga at hugsa um, tá ið teir rekrutera valevni og føra hesi fram í valstríðnum. Flokkarnir eru ikki serliga sterkir sum organisatiónir, og lokalu valfeløgini eru farin mest sum burtur í einki, eftir at Føroyar eru blivnar eitt valdømi, og tí kann tað verða sera trupult hjá yngri fólki og kvinnum at berja seg fram at í flokkunum. Avleiðingina av tí síggja vit aftur í verandi løgtingi.
Nú sterkir politikarar av bygd takka fyri seg í politikki, hava økini kring landið onga trygd fyri, at avloysararnir hjá teimum eisini verða úr sama øki. Valdømini eru burtur, og tí kann avloysarin hjá Jóannes Eidesgaard eins væl verða eitt fólk úr Havn sum ein suðuroyingur. Men fyri løgtingið er tað umráðandi, at umboðanini í tinginum er fjølbroytt – eisini landafrøðiliga.
(sitat)
Nýggir politikarar hava nú betur kjans at sleppa í løgtingið.