Ítróttur og mentan eru afturvendandi tiltøk á stevnunum. Eisini á Vestanstevnu. Men í ár verður eisini okkurt nýtt í Sørvági, siga fyrireikararnir.
Sørvingar bjóða til málingakríggj í grótholinum, sum teir siga. Tað er tað sonevnda Painball kríggið, teir hava fingið vestur á Vestanstevnu, sigur Jákup á Stongum, formaður i Sørvágs Ítróttarfelag, sum er høvuðsfyrireikari av Vestansstevnuni í Sørvági.
Av øðrum forvitnisligum tiltøkum er at nevna, at sørvingar fáa vitjan úr Íslandi. Tað eru tenorurin Smári Vílfisson og pianisturin Viðar Guðmundsson, sum fara at hava framførslur í fimleikarhøllni í Sørvágs skúla í samband við málningaframsýning, sum verður har á Vestastevnu. Tann framførslan verður sunnudagin klokkan 17.00. Men undir setanini, sum verður leygardagin klokkan 14.oo verður eisini høvið at hoyra málið á íslendska tenorinum.
Leygarkvøldið verður midnáttarsamkoma, sum byrjar við kyndlagongu úr grótholinum heim til fótbóltsvøllin, har Pál Weihe, sum er sørvingur, fer at halda røðu. Aftan á verður fýrverk og felagssangur.
Dansur verður bæði fríggkvøldið, leygarkvøldið og sunnukvøldið. Bæði í stevnutjaldinum og í Sørvág Bio.
Sunnudagin klokkan 16.00 byrjar útisjónleikur við bátahylin, og farið verður so heim eftir Niðaravegi fram við sjónum, meðan spælt verður. Leikurin endar við brúnna um Kongshyl heimi í bygdini. Evnið í leikinum eru søgur og sagnir úr Sørvági.
Málningaframsýningin i skúlanum er við luttøku av listafólkum úr Vágum. Umframt er eisini ein onnur listaframsýning i gallarínum á Stongunum, sum Lasse S hevur. Eisini hevur Sørvágs Bygdarsavn opið, meðan stevnan er, har høvið millum annað verður at síggja eitt stórt myndasavn.
Vestanstevnan verður sett av Rasmusi Niclasen leygardagin klokkan 14.00. Byrjað verður við skrúðgongu frá bátahylinum klokkan 13.45. Í samband við setanina fer Sørvágs Tonleikarafelag at spæla, og Vágakórið fer at syngja nakrar sangir.
Aftan á verður so kappróðurin, har væntandi er, at onkur meistari fer at verða funnin. Sørvágsfjørður er langur, og pláss er fyri fullum teinum til bæði áttamanna- og tíggjumannaførini.
Sunnudagin klokkan 14.00 verður bjargingarroynd á vágni, har tyrlan hjá Atlantsflogi fer at luttaka. Aftan á verður møguleiki hjá áhugaðum at síggja tyrluna á havnarlagnum, siga stevnufyrireikararnir.
Sunnudagin verður guðstænasta í missiónshúsinum Libanon. Hetta kemst av, at kirkjan i løtuni verður málað, siga fyrireikararnir. Umframt verða so møti bæði í Libanon og í Kedron. Eisini verður útifundur fríggjakvøldið, har fólk frá trúboðaraskipinum Anastasis fara at luttaka.
Eitt sindur av undirhaldi og skemti verður eisini á stevnuni. Sunnukvøldið klokkan 20.00 verður skipað fyri slíkum tiltaki á fótbóltsvøllinum. Tað frættist, at eitt av tiltøkunum skal vera politisk posarenning. Stafett skal tað vera, skilst.
Onkur skemtingarsamur sørvignur heldur, at politikararnir skuldu heldur verið koyrdir í ein posa, sum bundið varð fyri. Tann, sum so slapp út, kundi sloppið at roynt seg til næsta val.