Fjølbroytt list á varmakeldu

Klokkan 22 fríggjakvøldið verður fagnaðarløta við gamla svimjihylin í Fuglafirði, sum verður handaður bygdini. Hetta er útisvimjihylurin, sum fólk í Fuglafirði hava riggað til framsýningar av eitt nú forvitnisligum skulpturum. Á fagnaðarløtuni fer Kristina Toftegaard Larsen, sum er forkvinna í mentanarnevndini, at halda røðu, og tónleikur verður at hoyra

Varmakelda

 

Í skránni fyri varmakeldu verða fleiri og ymiskar listaframsýningar í Fuglafirði, sum venda sær til allar aldursbólkar.

Mest forvitnisliga framsýningin man vera hon, sum verður í gamla útisvimjihylinum í Fuglafirði, sum nú er ruddaður og prýddur við forvitnisligum skulpturum, ið ymisk fólk hava evnað úr betongi.

Klokkan 22 verður fagnaðarløta við gamla svimjihylin, sum tá eisini verður handaður bygdini. Í sambandi við hetta høvi fer Kristina Toftegaard Larsen, sum er forkvinna í mentanarnevndini, at halda røðu.

 

Aðrar framsýningar

Listaframsýningarnar, sum eru í Fuglafirði í sambandi við varmakeldu, eru í fimleikarhøll skúlans, har skipað málningaframsýning hevur verið seinastu 40 árini, Verkhúsið Stíggjur fer at sýna fram framsýningina ”Árstíðirnar” í Arbeiðsmannafelagshúsinum, í Doktarahúsinum verður talgild list, sum í hesum førinum er gjørd á teldu.

Við á framsýningini í Doktarahúsinum eru bæði ráar og viðgjørdar fotomyndir og onnur grafisk verk.

Í Ribarhúsi sýna Michael og Anette Arleth fram prýðislutir og bronsuskurðmyndir, og tað eru eisini tey bæði, ið standa aftanfyri verkini, sum prýða fram við bátahylinum í Fuglafirði. Hesi ímynda portur út í heim og portur heim til bygdina – ella út í verð og heim í verð.

Allar hesar framsýningar lata upp fríggjadagin klokkan 17, tá felags fernisering verður í fimleikarhøll skúlans.

Úr Fuglafirði siga tey, at sama atgongumerkið kann brúkast til øll framsýningarhølini.

 

40 ár á baki

Frits Johannesen, sum er primus motorur aftanfyri listarliga partin av varmakelduskránni, sigur, at tað í ár eru liðin 40 ár, síðan fyrsta skipaða listaframsýningin var í fimleikarhøllini í Fuglafjarðar skúla. Tað eru eisini 40 ár, síðan Fuglafjarðar Hornorkestur varð stovnað.

- Tí hava vit valt at rópa hesi tiltøk undir einum fyri 40-ára fagnaður, sigur Frits Johannesen.

Uppi í skránni fyri varmakeldu er eisini, at danski skemtifilmurin, ”Blå mænd” verður sýndur í Mentanarhúsinum, og hesin filmur verður sýndur fleiri ferðir, meðan varmakelda er.

Í skránni, sum er við í Sosialinum í dag, sæst, nær nevndu framsýningar eru opnar, og nær umrøddi filmur verður sýndur.

 

Onnur tiltøk

Fríggjakvøldið klokkan 20 verður eisini konserttiltak í Mentanarhusinum við Jonhard og Róa Eliasen

Leygardagin klokkan 11 fer Kristina Joensen at lesa upp ævintýr, sum hon sjálv hevur skrivað. Ævintýrið kallast ”La’belle Luna” og er ætlað børnum, sum eru fýra ár og eldri. Erla Mortensen fer eisini at syngja tveir barnasangir, og hetta tiltak verður á bókasavninum.