Fjølbroytt konsert við Jens og Kristel Lisberg

Sunnudagin 30. apríl kl. 15.30 verð­ur fjølbroytt konsert við Jens & Kristel Lisberg í Norður­landahúsinum

Jens & Kristel hava seinastu árini upptraðkað saman runt Føroya land, og hevur undirtøkan verið sera góð allastaðni har tey hava verið. Nú er tíðin so komin til teirra næstseinastu konsert saman á hesum sinni, og verður hon í Norðurlandahúsinum.
Konsertin verður fjøl­broytt, har framførdur verður føroyskur tónleikur, millum annað kærleikassangir, fost­urlandssangir og andaligir sangir, ið Jens áður hevur givið út. Konsertin byrjar við, at Jens og Bergur Godt­fred spæla unplugged.
Síðan koma kórsangarar saman við tónleikarum á pallin. Kórsangararnir koma úr Tórshavnar Kamarkóri og eru Barbara á Tjaldrafløtti, Sigga Hansen, Malan Han­sen og Fríðgerð Ellefsen. Tónleikararnir eru millum okkara bestu og eru Petur Hermansen, steelguitar, Árni Øregård, klaver, Kol­bein Simon­sen, bass, Jon­leif Jensen, trummur, Ják­up Zacharias­sen, gittar og dobro, og Ólavur Øster elguitar. Ljóð­in­um fara Alexandur Gaard Joen­sen og Óla Jákup í Dímun at taka sær av, og borgar tað fyri góðsku.
Tað stóra hæddarpunktið verður, tá ið bert 17 ára gamla Kristel fer at framføra ymisk kend løg innan rock og country heimin, til dømis kunnu vit nevna Mustang Sally og Crazy.