Fjølbroytt jólakonsert í Klaksvík

Nú nærkast tíðin til jólakonsertirnar, og fyrireikingarnar til konsertina í Christianskirkjuni eru nú komnar upp á pláss. Fleiri áhugaverdir luttakarar verða við og halda fyrireikararnir seg kunna bjóða fólki eina spennandi og góða konsert

Klaksvík:
Mangan hevur verið tikið til, at jólini í Klaksvík av álvara byrja, tá jólakonsertin hevur verið. Jólakonsertin hevur altíð havt ein hugnaligan dám við horntónum, kórsangi og felagssangi. Men í fjør gjørdi Klaksvíkar Hornorkestur, sum skipar fyri konsertini, av at broyta konsertina nakað.
Konsertin varð lyft upp á eitt rættiliga nógv hægri støði við luttakarum sum Eivør Pálsdóttir og Pæturi við Keldu. Konsertin var ein brakandi succés, og kirkjan var fullsett langt áðrenn konsertin byrjaði. Áhoyrararnir fóru ei heldur vónbrotnir avstað aftur, og í vikuni aftaná varð nógv tosað um væleydnaðu konsertina.
Tá lovaðu fyrireikararnir at tey skuldu royna at finna onnur spennandi og hugtakandi nøvn til jólakonsertina í ár. Og tað hevur eftir øllum at døma eydnast teimum.
Heri Ellingsgaard úr Klaksvíkar hornorkestri, sigur, at tey hava arbeitt við at finna luttakarar í eina tíð.
Klaksvíkar hornorkestur plagar at byrja og enda konsertina. Eitt nýtt ungdómsorkestur verður somuleiðis við og bæði gospel og streingjakórið úr KFUM og K. Umframt hesi verða Salt, Magni Christiansen og 13 ára gamla Ingibjørg Hansen úr Mikladali, sum vann Nósabarnaprixið 04 at hoyra til konsertina, sum verður sunnukvøldið 19. desember klokkan 20.