Fjølbroytt jólakonsert í Fuglafjarðar kirkju

Sunnukvøldið klokkan19 verður fjølbroytt jólakonsert í Fuglafjarðar kirkju. Tey, sum fara at syngja og spæla, eru: Fuglafjarðar Hornorkestur

 

Fuglafjarðar Sangkór, Manskórið í Thabor,Teir 8, Bárður á Lakjuni við bólki og Helgi Midjord.

 

Konsertin verður í tveimum pørtum.

 

Í steðginum verður drekkamunnur í kirkjukjallaranum.

Í sambandi við jólakonsertina er ein listaframsýning í kirkjusavninum við bíbilskum myndevnum.