29. juli Ólavsøkudag kl. 17.00 verður ein stór gospelkonsert í Badmintonhøllini.
Bólkarnir ið luttaka eru I?am, Ataja og sangbólkurin United Voices. Lívdin kemur eisini at seta sín dám á hetta rimmar stóra og fjølbroytta tiltakið, og hartil verður okkurt annað spennandi á skránni. Ikki kann sigast annað enn, at tiltakið við sínum fjølbroyttu skrá er, fyri ein og hvønn sum hevur áhuga fyri tónleiki og sangi. I´am sum vit øll kenna frá m.a. Prix Føroyar, hava við sínum melodiøsa Rocktónleiki í tí heldur bleytari endanum, gjørt rættiliga innrás í øll hjørtu, ikki bara her á klettunum, men eisini uttanlands, har teir hava spælt víða um. Ataja sum er heldur "kontantari" í sínum tónleiki, er ein sera spennandi nýggjur tónleikabólkur, sum eingin ivi er í, at vit koma at hoyra nógv til í framtíðini. "Absolut" ein bólkur ið má hoyrast. United Voices, sangbólkurin sum vit eisini kenna sera væl og sum bleiv róst upp til skíggja av tí navnframa gospelsangaranum "Jessy Dixon" verður sjálvandi eisini har, so tað er lagt upp til eitt sera gott tiltak í Badmintonhøllini á Ólavsøku. Atgongumerkir eru at fáa í forsølu í kunningarstovuni, kostnaður kr. 100,-