Fjølbroytt framsýning í Oynni

Í dag letur upp ein fjølbroytt listaframsýning í Oynni á Tvøroyri

Í dag, mikudagin, letur upp listaframsýning í listaskálanum Oynni á Tvøroyri. Tað er danska listakonan Rita Gram, sum sýnir fram í oynni tær næstu vikurnar.
Framsýningin letur upp í dag klokkan 17 og hon er opin hvønn dag frá kklokkan15-20, men mánadag er stongt.
Rita Gram hevur áður havt framsýningar bæði í Danmark og uttanlands.
Tað, sum hugkveikir hana eru náttúran, byggilist, myndir og annað.