Fjølbroytt Fótbóltspanel

Rás2: UEFA, føroyskur og íslendskur fótbóltur á skránni

Fótbóltspanelið, sum verður á Rás2 í dag millum klokkan 16 og 17, fevnir víða um hesaferð. Tosað verður um føroyskan, íslendskan og altjóða fótbólt.

 

Hoyr Fótbóltspanelið á Rás2 hvønn fríggjadag klokkan 16

 

Gestir í Fótbóltspanelinum hesa ferð eru Gunnar Nielsen, Rógvi Jacobsen og Chrsitian F. Andreasen. Gunnar Nielsen og FH kunnu vinna íslendska meistaraheitið sunnudagin.

 

Rógvi Jacobsen verður viðmerkjari, tá ársins dystur í landskappingini higartil verður spældur í Sarpugerði sunnudagin millum Víking og KÍ. Hann metur um dystin og 23. umfar.

 

Hoyr Rás2 við at trýsta HER

 

Eisini verður tosað við Christian F. Andreasen, ið er forseti í fótbóltssambandinum. Hann atkvøddi ikki fyri nýggja UEFA forsetanum, Alexander Ceferin. Vit spyrja hví.

 

Í SMS kappingini ber til at vinna ein kassa av sodavatn frá Føroya Bjór. Hvussu eitur nýggi UEFA forsetin. SMS rættað navnið á 559999, og tú ert við í lutakastinum um ein kassa av sodavatn.