Fjølbroytt Bilradio

Í sendingini Bilradio á Rás2 hósdagin kl. 17.15 eru samrøður við Sigurbjørn Ragnarsson frá flutningshjálpini hjá Sp/f Bilrøkt í Havn, Jens Mortan Rasmussen frá Sp/f Umhvørvisportrinum á Strondum og við Jógvan Hans Joensen í Miðvági

Bilradio er við Sigurbjørn Ragnarsson frá flutningshjálpini hjá Sp/f Bilrøkt, sum koyrir kring landið og gevur hjálp til uppstøðgaðar bilar, og bilar sum av eini ella aðrari orsøk stenda í vegin fyri ferðsluni ella eru farnir út av vegnum. Prát er eisini við Jens Mortan Rasmussen frá Sp/f Umhvørvisportrinum, sum hevur fingið umhvørvisgóðkenning til upphøgging av bilum á Strondum.


Eisini verður ein samrøða við Jógvan Hans Joensen frá Mylluni í Miðvági endursend. Jógvan Hans hevur nógv áhugavert at siga frá, m.a. hvussu tað var at taka koyrikort, tá hann var ungur, og um at hann einaferð varð eitraður av at arbeiða í eini garasju, meðan ein bilmotorur var í gongd. Samrøðan við Jógvan Hans varð gjørd í sambandi við at 50 ár eru liðin, síðan hann keypti sín fyrsta hýruvogn og byrjaði sítt virksemi í 1959.