Tórshavnar kommuna keypti húsini, tí ætlanin var at seta ein serstovn á stovn. Men kommunan hevði ikki spurt seg fyri hjá landinum, sum er evsti myndugleiki á økinum, og teir høvdu ikki játtan til at fara undir ætlanina, sum tískil datt niðurfyri.
Málið komið á beint
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, sigur, at nú er alt málið komið á beint, og at tað er blivið møguligt, tí at Tórshavnar kommuna hevur gingið eini umsókn frá Almannastovuni um at leiga húsini á møti.
- Vit noyðast at halda okkum innan fyri verandi játtanarkarm, og tí verður talan fyrst um eina stuðulsstovu og ikki ein stovn. Tað kann tó seinni broytast til ein serstovn. Tíbetur er skipanin hjá okkum so mikið fleksibul, at tað ber til hjá Almannastovuni at seta tilboðið í verk, sigur landsstýrismaðurin.
Tikið støðu í tørvinum
Hans Pauli Strøm greiðir frá, at Almannastovan hevur tikið støðu í tí tørvi, sum er í økinum í løtuni. Mest átrokandi er at fáa barnagarðs- og frítíðarskúlatilboð til fjølbrekað, og tí verður farið júst undir hetta øki.
- Almannstovan knýtir fólk úr Stuðulsfólkaskipanini, sum hava serligan førleika, at húsinum, og ein samskipari verður settur. Umráðandi er eisini, at fólkini hava sernámsfrøðiligan kunnleika. Somuleiðis verður tilboð um fysioterapi og ergoterapi, og ætlanin er eisini, at møguleiki skal verða fyri umlætting, tí sera stórur tørvur er fyri tí, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann greiðir frá, at nú verður farið undir sjálvt fyrireikingararbeiði, og vónandi verður klárt hjá brúkarunum at sleppa í húsini seinast í mai mánað.
Hans Pauli Strøm fegnast um, at brekdeildin á Almannastovuni og nýggja stuðulsfólkaskipanin fyri børn í felag hava lagt tilboðið til rættis, og harvið fáa tey fjølbrekaðu børnini endiliga eitt dagtilboð.