Smápartafelagið Five Star Entertainment er farið konkurs Felagið, sum millum annað hevur fingið Elton John og Bryan Adams til Føroya at spæla á Tòrsvølli, er farið undir tað, sum á fakmáli verður rópt trotabúðarviðgerð, eftir at skiftirætturin í fyrru vikuni avgjørdi at koyra felagið konkurs.
Skiftrætturin hevur nú sett Eyðbjørn Larsen, advokat, at vera fyrbils stjóra í Five Star Entertainment, sum verður avtikið.