Tað varð eftir øllum at døma ikki tað stóra krútið í steypafinalistunum í gjárkvøldið. Hvørki KÍ ella B36 kláraðu at vinna sínar heimadystir, og hvørki av liðunum fekk nakað gult kort. Í Klaksvík dømdi Eiler Rasmussen, og hann gav gestunum úr Gøtu trý gul kort, heimaliðið fekk einki kort. Í Havn var Lars Múller dómari, og hann fann heldur onga orsøk til at geva steypavinnarunum úr B36 nakað gult kort. Skála fekk eitt gult kort í friðarliga og javna dystinum.