UMMÆLI
Tað vóru nógv spent og nøkur forvitin, sum stóðu og bíðaðu á Spæliplássinum kl. 21:45 leygarkvøldið. Nøkur klár at flippa út, meðan onnur ikki heilt vitstu, hvat tey skuldu vænta. Tað frættist at hetta fór at vera vilt. Sera vilt.
Tað var afturvið orgultónleiki, at fimm mans við longum hári og dekkaðir av tatoveringum trinu á pallin. Men so kom larmurin, og tað var ikki við mýkindum.
Hatesphere spæla harðan tungmálm, onkustaðni ímillum thrash og death metal. Og tað koyrir við fullari ferð allatíðina – hart og kontant.
Tíðliga í konsertini vóru tíverri nakrir tekniskir trupulleikar. Alt steðgaði á eina lötu, meðan trummuljóðið skuldi fáast uppa pláss. Hetta tyktiskt tó ikki at órógva tónleikararnar tað stóra, sum tóku alt við einum smíli.
Í veruleikanum tyktust teir at vera sera fittir og hugnaligir, tá ið hugsað verður um, at hetta man vera illasti tónleikurin, sum nakrantíð hevur verið á G!. Teir smíltust og brosaðu, og høvdu als ikki tað illsinta útrykkið, sum ofta verður sett í samband við slíkan tónleik.
Aftaná konsertina segði bassspælarin, at teir úttryktu bara sína náttúrligu spæligleði, heldur enn at framala onkra pátikna vreiði. Og á ein hátt gjørdi hetta framførsluna meira ektaða. Einki óneyðugt illsinni, bara rock 'n' roll.
Tónleikurin var hinvegin av óndasta slag. Sangarin rann aftur og fram og brølaði sum eitt ótt. Og tónleikararnir headbangaðu og hoppaðu, meðan teir buldraðu á ljóðførini.
Og teir spældu sera væl. Tungu riffini, knøppu skiftini, skjótu rútmurnar og skræðisoloirnar sótu ordiliga tight. Nógv skifti vóru í tónleikinum. Knappliga varð lopið frá agressivum thrash til tungari metalgroove, og so yviraftur. Og fleiri ferðir skiftu teir beinleiðis yvir í næsta sang uttan steðg ímillum. Tað hoyrdist, hvussu væl samanspældir teir vóru og hvussu væl teir kenna hvønn annan í tónleikinum.
Tað vóru hampuliga nógv fólk til staðar, og Hatesphere dugdu væl at samskifta við tey. Teir vóru á tremur við orku, og serliga sangarin dugdi væl at fáa fólkið við uppá tað. Alla konsertina høvdu ungu tungmálmsfjeppararnir har frammi hornpeikandi hendurnar á lofti; og sangarin rópti "Også de gamle!", og fekk øll at koma longur fram at vera við í málmmeldrinum.
Hatesphere froystu út málmin við 100 km/t í trý korter. Onkur helt kanska, at hetta passaði ikki ordiliga inn við dagsljósi og sólskini, og børnum á spæliplássinum, men teir gjørdu í hvussu er alt rætt. Allarhelst svakasta konsert á G! nakrantíð.









