Fittasta barnamyndin

Photo Care skipar aftur í ár fyri ókeypis myndatøku, av børnum í aldrinum 0-12 mánaðir. Fittasta barnamyndin fer víðari til donsku kappingina "Danmarks sødeste baby".

Tann sum eigur vinnaramyndina í Føroyum fær eina stóra innrammaða mynd av sjálvari vinnaramyndini. Tað ber sjálvsagt eisini til at keypa myndirnar.


Tað einasta tú skalt gera er at bíleggja tíð á tel. 219988, mail: 7913@7913.fo ella á Facebook: Photocare Hoyvík. Myndatøkan byrjaði seinasta mánadag og varar til týsdagin 23. februar.


Meira um atkvøðugreiðsluna seinni. Vinnarin í Føroyum verður funnin 26. februar.


Hetta ar annað árið at vit skipa fyri hesum myndatøkum. Undirtøkan var sera góð í fjør, sigur Niels Jacob Heinesen frá Photo Care í Hoyvík.