Í kvøld er eftirmetingarfundur fyri tey, sum varða av Bátastevnuni í Vestmanna.
Bárður á Steig Nielsen, sum er ein av fyriskiparunum, sigur, at talan er um á leið 100 fólk, sum á ymsan hátt vóru til arbeiðis á stevnuni, og í kvøld verður tikið samanum.
Hóast veðrið argaði, so vóru yvir 3.000 gjaldandi gestir, so alt í alt hava kanska verið um 4.000 fólk á og við kajøkið í Vestmanna, meðan stevnan varð hildin. Stevnan hevur soleiðis vunnið sær hevd sum ein av heilt stóru hendingunum í landinum, og eitt nú eru kampingvognarnir heit nógvir í tali.
- Vit eru sjálvandi sera fegin um góðu undirtøkuna, sum Bátastevnan hevur vunnið. Frá byrjan hava vit roynt at havt eitt konsept, har fíggingin í form av góðum og trúgvum stuðlum er í lagi, áðrenn stevnan yvirhøvur byrjar. Nú tiltøkini eru blivin somikið nógv og stór í tali, hava vit tó eisini verið noydd at taka gjald frá temum vitjandi, men hetta hevur ikki hildið fólki aftur, sigur Bárður á Steig Nielsen.
- Soleiðis eiga stuðlarnir sín stóra part av æruni. Tað ger bygdarfólkið her í Vestmanna so sanniliga eisini, eins og Norðoya Bjargingarfelag skal hava eina stóra tøkk, fyri at tey so trúgv hava verið partur av stevnuni øll árini. Mær dámar ikki at nevna einstaklingar í hesum, men eg má tó kortini neva Birgir Waag Høgnesen, sum var høvuðsmaðurin, tá konseptið varð smíðað, og í dag síggja vit, at hetta veruliga er vaksið til eitt stórt tiltaki, sigur bárður á Steig Nielsen.
Hann vil ikki seta krónur á, hvussu nógv liggur eftir í kassanum, men hann váttar, at talan er um heilt fitta upphædd.
- Yvirskotið fer alt sum tað er til felagslívið her í Vestmanna, harav VÍF eigur sín stóra part. Og tað er sjálvandi at fegnast um, tá vit soleiðis kunnu vera við til at stuðla tí velduga arbeiðinum, sum verður gjørt fyri felagslívið í Vestmanna, sigur Bárður at enda.










