Stutta konsertin hjá ungu fólkunum úr musikkskúlanum í Havn var, sum hon plagdi.
Ung stjørnuskot úr Musikkskúlanum í Havn høvdu eina hampuliga framførslu á Torginum í dag. Tey spæla og syngja gospeltónleik soleiðis sum vit kenna tað, við kórið og solistum, afturvið bassi, trummum, gittara og ljómborði.
Fólkið, sum var komið saman, mátti bíða eina løtu, áðrenn byrjað varð, meðan nakrir tekniskir trupulleikar skuldi ornast.
Ungu stjørnuskotini framførdu teir somu popp- og gospelsangirnar, sum tey plaga, m.a. ?Let Me Live? hjá Queen og ?As? hjá Stevie Wonder. Allir sangirnir vóru á enskum.
Tað varð framført á traditionellan hátt, við solosangara ella duett, og so kórinum afturat. Tað vóru ymsir solosangarar til ymsu sangirnar. Onkur sang væl, meðan onnur høvdu eitt sindur trupult við at raka tónarnar. Heldur ikki sang kórið ordiliga reint.
Onkuntíð tyktiskt tað eisini, sum um at kórið hoyrdist ov illa í mun til solosangarnar og tónleikarnar.
Men ungu fólkini úr Streymoynni vóru fitt og sjarmerandi, og saman við løttum sangum, sum øll kenna, gjördi hetta framførsluna hóast alt lætta at lurta eftir. Og fólk legðist til alla tíðina.
Í síðsta sanginum ?Shakles? fóru nakrir ungir mans úr kórinum út ímillum fólkið og bjóðaðu gentum fram at dansa.
Tað sum kanska manglaði í førleika, varð vunnið innaftur við sanggleði og sjarmu.
Oddur á Lakjuni










