Fitt lítil útgávukonsert

Um 21-tíðina fóru ungu menninir í The Story Ends á pallin á spæliplássinum. Onkur hevði verið so fittur at læna teimum nakrar gittarar til høvið. Hví teir ikki høvdu gittarar við sjálvir søgdu teir onki um, men teir vóru blíðir og takkaðu fyri lánið. Og so spældu teir annars eina fitta lítla útgávukonsert.
Fyrsta fløgan hjá bólkinum er komin út í dag og teir spældu sjálvandi nógv løg av henni. Stutt dansivinarlig rokkløg, sum fingu onkran at halda fyri, at hesir høvdu heilt sikkurt hoyrt The Strokes onkuntíð. Tvs. at hesin bólkurin týðuliga fegin vil vera partur av nýggja rokkrákinum við teimum strømmu buksunum, sum ikki er til at sleppa uttanum úti í heimi, og sostatt nú heldur ikki í Føroyum. Ikki tí at ein helst vil sleppa uttanum, men í kvøld hevði tað kanska ikki bilað um vit høvdu bíðað eitt sindur longri eftir tí, meðan The Story Ends mentu sína útlegging av rokkinum. Tað var nevniliga onki at ivast í, at hesir menninir vóru ungir og at ein tann størsta dygdin teir høvdu við sær á pallin var spæligleði. Og tað er ein stór dygd sum kann bera eina konsert sera langt. Men kanska ikki allan vegin heim.

Sum heild var framførslan væleydnað, ikki minst oddamanninum/sangaranum fyri at takka, sum syrgdi fyri at øll høvdu eitt bros á varrunum alla tíðina. M.a. tá hann so glaður segði frá, at teir vóru spældir í útvarpi í morgun, og at tað var lag nr. 5 á fløguni, og at nú fóru teir at spæla nr. 3 osfr. Tað verður spennandi at hoyra fløguna  um hon er betri enn konsertin á G! er hon sera góð.