Fitt hugarensl

 Endurgeving mín var úr Luk. 17,34 úr týðing Victor Danielsens, sigur Jenis av Rana í viðmerking til Nicolinu Beder Jensen

Jenis av Rana




Hugarensl, soleiðis nevnir Nicolina Beder viðmerkingar til m. a. undirritaða og Óla Jacobsen. Hetta er í sambandi við, at vit báðir í farnu viku dittaðu okkum at gera vart við, at fyriskiparar av sokallaðu fagnaðargonguni høvdu endurgivið yrking eftir kenda týska prestin Martin Niemøller, skeivt.
Í hugarenslinum seta tygun, Nicolina, beinleiðis spurning til mín, í sambandi við grein eg skrivaði herfyri um dagin, tá meniskjasonurin opinberast. Eg endurgav eitt bíbliuørindi, og tygum spyrja:

»....er hetta rætt endurgivið?...stendur tað sum Jenis greiðir frá , aðra staðir?...og hví er málburðurin ikki eins?«

Og síðani taka tygun soleiðis saman um:

»...Vónanadi er tað ikki so, at menn nú fara at málbera seg, sum teimum lystir.«

Endurgeving mína finna tygun í Luk. 17,34, og ljóðar skriftorðið so, í týðing Victor Danielsens:

»eg sigi tykkum: Ta nátt skulu tvey vera í eini song; annað skal verða tikið við, og annað skal verða latið eftir.«

Óivað eiga tygun hesa bíbliutýðing  um ikki, so finna tygun ørindið, og alla Bíbliuna, á netinum. Addr. er: HYPERLINK "http://www.biblian.fo-" www.biblian.fo. Leita tygun undir t. d. orðinum song, skuldi ørindið verið skjótt funnið.
Viðvíkjandi einum øðrum tygun nevna, sokallaðu Jesus-kakuni, so má eg melda pass. Har vóru tygun undan mær, tí ikki havi eg hoyrt hana nevnda, fyrenn tygun nevna hana í bløðunum. Men neyvan hevur hatta so nógv upp á seg, uttan iva er talan um fjøðurina, ið gjørdist til fleiri hønur.