Eitt av føroysku høvuðsnøvnunum á Summarfestivalinum í ár er Anna Faroe, sum veruliga gjørdist kend í fjør í donsku sangkappingini X-factor. Hon var á palli fyrr í dag klokkan 18.30.
Fólk høvdu funnið sær gummistivlarnar og regnskjólini fram, so hóast tað váttliga veðrið, so høvdu heilt nógv leitað sær oman á Vágsbø at lurta eftir Onnu. Fleiri stóðu eisini uppi í tjøldunum á vegnum og lurtaðu.
Anna Faroe var væl uppløgd og vísti seg at hava nóg nógv av yvirskoti, so at veðurgudarnir ikki fingu bast henni og hennara framúrskarandi rødd.
Síggj her nakrar myndir frá konsertini.










