Fitnessmiðstøð letur upp í Handilskjarnanum í Havn

Í desember letur upp ein spildurnýggj fitness miðstøð upp í gamla Handilskjarnanum í Havn.

 

Tað er Jákup Suni Berg, sum eisini rekur venjingarstøðina Burn á Hjalla, ið saman við SMS fer at lata upp nýggju miðstøðina.

 

– Hetta er ein dreymur eg havi havt, síðani eg fyri 20 árum síðani fór at venja – at eg einaferð vil hava mína egnu venjingarmiðstøð. Tí kunnu vit siga, at hetta er ein dreymur, ið verður til veruleika, sigur Jákup Sune Berg.

 

Talan verður um eina spildurnýggja miðstøð við nýggjum maskinum og alskyns hentleikum við nýggjastu tøkni, sigur hann.

 

Fitnessmiðstøðin verður á trimum teimum ovaru hæddunum í Handilskjarnanum. Niðast verður ein nýggj Mylna – og á aðru til fjórðu hædd verður venjingarmiðstøðin.

 

– Vit hava tríggjar ferðir 350 fermetrar, so hevur verður gott pláss. Á niðastu hædd hjá okkum – aðru hædd – verður eisini ein juice-bar, sum verður opin fyri almenninginum og fyri venjandi gestum, greiðir Jákup Suni Berg frá.

 

Av nýggjum, sum støðin fer at bjóða, nevnir Jákup Suni Berg, at har verður hitarúm og jacuzzi.

 

Teir eru farnir undir umvælingararbeiðið av bygninginum, sum skal klæðast av nýggjum uttan. Alt er skrætt innan úr bygninginum – eisini einasta rullutrappan í landinum. Hon verður ikki brúkt meira. Bygingurin hevur aðrar trappur og lyftu.

 

Alt arbeiðið væntast liðugt í vetur, og eftir ætlan letur nýggja veningarmiðstøðin upp í desember.