Í Føroya Rætti í dag kom fram, at ein fitnessmiðstøð eftir øllum at døma hevur falsað eina undirskrift.
Søgan er hon, at ein maður í desember 2010 fekk eitt gávukort frá konuni upp á seks mánaðir limagjald í einari fitnessmiðstøð. Gadandi tíðarskeið var 1.1.2011 tikl 30.6.2011.
Maðurin var nakrar ferðir til venjingar, men fekk stutt eftir skaða og gavst tí at venja.
Komin aftur úr summarfrí lá rykkjari fyri honum, og hóast hann vendi sær til eigaran av miðstøðini, hendi einki.
Málið endaði so í rættinum, har tað nú áliggur saksøkjaranum, tað vil siga fitnessmiðstøðini, at prógva, at undirskriftin í sáttmálanum er hon hjá stenvda manninum. Tí próvførslan áliggur saksøkjaranum.
Í rættinum upplýsti maðurin, at stóð ta´til hann, hevði hann meldað málið, men tað vildi konan ikki hoyra talan um.
Eigarin av fitnessmiðstøðini hevur nú fingið tríggjar vikur at prógva, at undirskriftin er hin rætta. Og tað kann gerast trupult, tí bæði er navnið stavað skeivt, eins og føðíárið heldur ikki er hitt rætta - nakað, ið maðurin hevði gjørt vart við, hevði hann skrivað undir sáttmálan.










