Fitnesshøllin Sandoy er útbygd

- Útbyggingin merkir, at 30 fermetrar nú eru komnir aftrat, og her hava vit savnað tey tyngru amboðini, sigur Randi Hentze.

Fitnesshøllin Sandoy, sum hevur havt opið síðan 2. september síðsta ár, hevur fingið góða móttøku í Sandoynni, og tey eru mong, sum hava keypt sær hald. Longu, tá høllin læt upp, vóru nógv fólk inni á gólvinum, og nógv nýttu høvi at keypa sær hald. Soleiðis var eisini tær næstu vikurnar eftir upplatingina.

 

Randi Hentze sigur, at tey høvdu nógv um at vera ta fyrstu tíðina við at tekna hald og útlevera lyklar til viðskiftafólk úr allari Sandoynni. Hon og maðurin, Sigurd Hentze, eru væl nøgd við undirtøkuna, sum Fitnesshøllin Sandoy hevur fingið, og tey eru væl nøgd við ta lásaskipan, sum tey valdu at taka av og brúka.

 

- Vit hava fleiri sløg av haldum at velja ímillum, men vit hava samstundis valt at hava tilboðini einføld og so bílig sum gjørligt.

 

Randi Hentze vísir á, at øll, sum tekna hald, fáa eitt kip, sum er lykilin til úthurðina, og síðan gera tey sjálvi av, nær og hvussu ofta tey venja. Fólk, sum hava mánaðar-ella árshald, sleppa inn í høllina heilt frá klokkan 05 á morgni til klokkan 23 á kvøldi.

 

Hóast ein venjingarmiðstøð er ein lutfalsliga stór íløga, er Fitnesshøllin Sandoy longu útbygd, og umstøðurnar eru gjørdar enn betri. Ein stór garasja hoyrdi til bygningin, har fitnesshøllin er, og nú hava tey tikið helvtina av garasjuni upp í høllina, samstundis sum tey hava keypt nakrar maskinur aftrat.

 

Randi Hentze sigur, at útbyggingin merkir, at 30 fermetrar nú eru komnir aftrat, og her hava tey savnað tey tyngru amboðini, eitt nú tungvektirnar, soleiðis at tey, sum venja við hesum amboðum, nú kunnu venja í einum rúmi fyri seg.

 

- Tað eru fólk í øllum aldursbólkum, sum hava keypt hald í Fitnesshøllini Sandoy, leggur hon aftrat.