Nýggj gransking vísir, at tað kann vera gott at hava nakað av fiti á kroppinum, um tú vilt hava eitt langt og heilsugott lív. Og tí eigur BMI fyri normalvekt at blíva broytt.
Tað heldur ein danskur ítróttarekspertur.
Tey mátini, sum higartil eru nýtt til at máta, um fólk skulu klænka, taka uppá ella hava eina normalvekt, eru broytt. BMI, sum er styttingin fyri body mass index, verður brúkt, tá metast skal um, hvørt ein persónur skal tapa seg ella ikki. Og júst hesi BMI-tølini eru ikki soleiðis, sum vit hava áður hava hildið.
- Vektin, sum vit hava hildið at verið tann besta, um tú ynskir eitt langt og heilsugott lív, er nú nakað hægri, enn vit hava hildið. Tað merkir, at nøkur av teimum, sum vit í dag kalla ov feit, hava í roynd og veru eina normalvekt. Tað sigur danin, Morten Zacho, sum granskar í ítrótti og undirvísir á Syddansk Universitet.
Sambært heimsheilsustovninum WHO hava vit eina normalvekt, um BMI liggur millum 18,5 og 25. Er BMI-talið meir enn 25, vigar tú ov nógv.
- Markið átti at verið flutt til 20-27. Fleiri stórar altjóða kanningar vísa, at tú livir longri, um tú hevur eitt BMI, sum liggur tætt at tí, sum í dag verður kallað yvirvekt. Sambært WHO ert tú ov feitur, um BMI er millum 25 og 30. Kanningar vísa eisini, at tað er ikki er heilsugott at viga ov lítið. Tað økir um vandan fyri at doyggja á ungum árum, helst tí at kroppurin ikki er serliga mótsøðuførur, greiðir Morten Zacho frá.
Hann vísir á, at tey fólkini, sum hava eitt BMI, ið er 25, ikki skulu hugsa um, at tey noyðast at lætna.
- Fólk, sum hava eitt BMI á 25-30, fáa ofta at vita, at tey skulu klænka. Men eitt vekttap er ikki altíð heilsugott ella neyðugt, um tú annars rørir teg javnan, etur hampiliga heilsugott, roynir at sleppa undan strongd og heldur teg frá royking. Hóast tú hevur eitt BMI á 30, er tað ikki altíð neyðugt at fara á klankikur, um tú annars livir sunt og hevur tað gott. Vit síggja javnan, at tey fólkini, sum ofta eru á klænkikuri og hava eina vekt, sum svingar eins og eitt yoyo, liva styttri enn tey við yvirvekt, men tó hava somu vekt leingi, sigur Morten Zacho.