Nú Magnus Heinason er liðugur við yvirlitstrolingarnar á landgrunninum í vár, er skipið farið út á Føroyabanka at gera yvirlitstrolingar har. Havrannsóknarskipið Magnus Heinason hevur nú gjørt sínar regluligu yvirlitstrolingar á landgrunninum.
Fyribilsúrslitið fyri fyri tosk er heldur lakari enn um somu tíð í fjør, hýsan er framvegis í minking, og minni av upsa er fingið í trolingunum í ár enn seinastu tvey árini. Bæði toskur, hýsa og upsi eru hampiliga væl í holdum.
Hetta er í stuttum ávegis niðurstøðan, sum toktleiðarin á túrunum hjá Magnusi Heinason, Jákup Reinert, fiskifrøðingur, hevur gjørt.
Jákup Reinert sigur, at hvítingsbróður er vaksin nógv seinastu fýra árini og tykist vera heilt væl fyri. Eisini tykist longa, brosma, lítli kongafiskur og gulllaksur vera væl fyri.
- Hinvegin hevur lítið verið til av svartkjafti seinastu árini, sigur fiskifrøðingurin.
Nú Magnus Heinason er liðugur við yvirlitstrolingarnar á landgrunninum í vár, er skipið farið út á Føroyabanka at gera yvirlitstrolingar har.
Høvuðsendamálið við hesum kanningum er at fáa til vega tilfar, sum skal brúkast í stovnsmetingum av eitt nú toski, hýsu og upsa.









