Fiskurin nógv seinni búgvin í ár

- Ikki er altíð so lætt at skilja lívfrøði, men vónandi fara vit at finna út av, hví fiskurin er vorðin so seint búgvin í ár, sigur stjórin í Fiskaaling.

- Nú árið er farið at halla, er tíð at taka samanum. Hetta er fyrsta árið, vit koma at veita vinnuni rogn undan laksi frá SalmoBreed, sum vit løgdu inn fyri fýra árum síðani. Tað var ein samd vinna, sum saman við Fiskaaling metti, at hetta var rætti vegurin at fara, tí teir vóru komnir longst við kynbótaarbeiði.

 

Tað skrivar Kristian Petersen, stjóri í Fiskaaling, í seinastu útgávu av Alitíðindum fyri árið í ár.

 

Hann vísir á, at lívfrøðiliga hevur hetta árið verið avbjóðandi.

 

- Vanliga hava vit byrjað strúkingina av laksi um mánaðarskifti september/ oktober, men soleiðis hevur ikki verið í ár. Umframt at nógv hevur verið av geldfiski, so hevur búningin av fiskinum eisini verið nógv seinni enn vanligt.

 

Stjórin vísir á, at tey vóru komin út í desember mánað, áðrenn verulig gongd kom á strúkingina.

 

- Hetta er óheppið, tí smoltstøðirnar hava lagt til rættis, nær tær vilja hava rogn frá okkum, soleiðis at hetta skal passa til útsetingarmynstrið á sjónum. 


Kristian Petersen vísir á, at seina strúkingin hevur borið í sær, at smoltstøðirnar ikki hava fingið tey rogn, sum tær annars høvdu ætlað at fingið í byrjanini. Tískil hava summar smoltstøðir verið noyddar at bíleggja sær rogn aðrastaðni.

 

- Ikki er altíð so lætt at skilja lívfrøði, men vónandi fara vit at finna út av, hví fiskurin er vorðin so seint búgvin, soleiðis at sleppast kann undan hesum eina aðru ferð, sigur stjórin í Fiskaaling.