Tí enn er eingin regla, sum áleggur framleiðaranum at upplýsa, hvussu ofta fiskurin er frystur, tiðnaður uppaftur og frystur aftur. Tá norska matvørueftirlitið herfyri kannaði nakrar frystar fiskavørur, sum vóru til sølu í handlinum, vísti tað seg, at fleiri teirra vóru frystar tvær ferðir og onkrar tríggjar ferðir, uttan at keyparin fekk tað at vita.
Tað er serliga fiskur, sum kemur av fjarskotnum leiðum, sum kann vera frystur og tiðnaður upp fleiri ferðir. Eitt nú er tað ikki óvanligt, at fiskur, sum er veiddur í Atlantshavinum, verður sendur til Kina til skeringar og síðani aftur til Evropa til liðugtviðgerð og pakking. Í einari tílíkari framleiðslugongd kann tað væl henda, at fiskurin verður frystur og tiðnaður upp fleiri ferðir.
ES er á veg við nýggjum reglum, sum fara at krevja, at framleiðarin skal upplýsa á pakkanum, nær fiskurin er frystur fyrstu ferð, men merkingin fer ikki at siga nakað um, hvussu ofta fiskurin er frystur.